Meinhardt sendir KÍ í finaluna

KÍ er í finaluni í Klaksvíkskappingin. Meinhardt Joensen gjørdist hetjan, tá hann skoraði avgerandi brotssparkið

Tað skuldi brotssparkskapping til, áðrenn KÍ kundi tryggja sær pláss í finaluni í Klaksvíkskappingini. Dysturin í vanligari leiktíð endaði við javnleiki 1-1. Hjalgrím Elttør legði KÍ á odda, men stutt fyri tíð javnaði Leivur Joensen við frálíkum frísparki.

 

Farið var beint til brotssparkskapping, sum KÍ vann 5-4. Meinhardt Joensen bjargaði brotsparkinum hjá Karli Løkin, og umsetti sjálvur tað fimta og avgerandi brotssparkið til mál.

 

Sostatt møtast KÍ og HB í finaluni í Klaksvíkskappingini í morgin, meðan B36 og ÍF møtast í dystinum um triðja pláss.

 

 KÍ - ÍF 1-1 (0-0) KÍ vinnur 5-4 í brotssparkskapping

1-0 Hjalgrím Elttør, 67

1-1 Leivur Joensen, 88

 

Brotssparkskapping:

ÍF 1: Ari Ellingsgard - Mál

KÍ 1:Atli Danielsen - Mál

ÍF 2: Leivur Joensen - mál

KÍ 2:Páll Klettskarð - Mál

ÍF 3: Clayton Soares - mál

KÍ 3: Jonas Flindt Rasmussen - mál

ÍF 4:Bogi Reinert-Petersen - mál

KÍ 4: Ísak Simonsen - mál

ÍF 5:Karl Løkin - brennur!

KÍ 5:Meinhardt Joensen - mál

 

Liðugt: Tað er javnleikur, so nú verður brotssparks kapping:

 

88.min: Mál 1-1 Leivur Joensen: Leivur Joensen við einum perlufrísparki. Úr klassisku David Beckham støðuni sendir hann bóltin í stongina og inn. Frálíkt fríspark! 1-1, og brotssparkskapping nærkast.

 

85.min: So kemur Páll Klettskarð inn fyri KÍ. Hann hevur verið skaddur í eina tíð, men fær seinastu fimm minuttirnar á vøllinum. Hann kemur inn fyri Heðin Klakstein.

 

81.min: ÍF  roynir at leggja trýst á. Bartal Eliasen er skumpaður fram álopið hjá Bartal Eliasen.

 

76.min: Frank Poulsen kemur inn fyri Nenad Saric hjá ÍF, meðan Andrias Frederiksberg kemur inn fyri Jóhan Jacobsen hjá KÍ.

 

67.min: Mál 1-0 Hjalgrím Elttør: Liðskiparin fær bóltin stutt uttanfyri brotsteigin mitt fyri. Hann rekur framvið einum og plaserar bóltin við vinstra beini heilt út við stongina. Gott mál.

 

62.min: Nú fer Álvur F. Christiansen eisini út og inn kemur Ísak Simonsen. Tað koma framvegis nógvir málmøguleikar.

 

60.min: KÍ hevur gjørt fyrstu útskiftingina. Gunnar Christiansen er farin út og inn er komin Ivan Joensen.

 

52.min: Ongar broytingar eru á liðnum. Tað sær heldur ikki tú til at ferð kemur á dystin enn. Bæði liðini tykjast halda seg til uppleggini hjá venjarunum og tað verða gjørdir fáir feilir.

 

Hálvleikur: (0-0) Spælið er ikki nógv at reypa avi hesum dystinum. Hvørki KÍ ella ÍF hava nógv samanhangandi spæl, ið er málsøkjandi. Størsta møguleikan átti Clayton Soares, tá hann bara skuldi sparka bóltin í eitt tómt mál, men í evstu løtu kom ein KÍ verjuspælari og tveitti seg fyri.

 

Í hinum endanum hevur KÍ havt tvær vandamiklar royndir. Hjalgrím Elttør er fremsti maður, tí Páll Klettskarð verður spardur eitt sindur, tí hann er júst komin aftur eftir skaða.

 

Ein lítið undirhaldandi fyrri hálvleikur. Vónandi kemur gongd á málskjótingina og góða spælið í seina hálvleiki.

 

26.min: Clayton Soares brennur ein 100 prosent møguleika, tá ein misskiljing í verjuni ger at Clayton kemur at standa frammanfyri opnum málið, men KÍ verjuspælarin tveitur seg fyri og bjargar á strikuni.

 

23.min: Spælið riggar ikki ordiliga hjá liðnum báðum, sum hava havt hvør sín møguleika. KÍ situr nakað meiri á spælinum, men tað fyrigongur fyri tað mesta á miðjuni.

 

So er seinna hálvfinalan í Klaksvíkskappingini í gongd. HB vann fyrru hálvfinaluna móti B36 5-1. Nú er tað KÍ og ÍF. Páll Klettskarð er tøkur, men byrjar ikki inni. Hjalgrím er í álopinium. Fyri ÍF er Karl Løkin aftur á miðjuni hjá ÍF.

 

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende, Jóhn Jacobsen – Álvur F. Fuglø, Heðin Klakstein, Hjalgrím Elttør

 

ÍF: Hallgrím Gregersen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Poulsen, Fritleif í Lambanum – Karl Løkin, Bogi Reinert-Petersen, Kristoffur Jakobsen – Dánjal á Lakjuni, Nenad Saric, Clayton Soares