16. apríl í ár doyði danski reiðarin Mærsk Mc-Kinney Møller. Tað gjørdi hann á sjálvum føðingardegnum hjá Drotningini, og hóast tað kom hesin dagur at standa í navninum hjá Mærsk.
Eg kundi ikki annað enn taka hattin av fyri donskum miðlum, sum beinan vegin settu fokus á lívið hjá hesum stóra reiðara, sum fleiri danir syrgdu.
Sama kvøld var ein tímalong sending um lív hansara í bestu senditíð, har vinir, politikarar og samstarvsfelagar hjá Mærsk prátaðu um hendan serstaka mann, sum hevur fylt ómetaliga nógv í danska samfelagnum seinastu mongu árini.
Síðani kom ein sending í tveimum pørtum um Mærsk, har allar smálutir um hansara lív komu til sjóndar.
Sama var galdandi, tá ið Helle Thorning Schmidt gjørdist forsætisráðharri.
Kvøldið eftir valið var ein tímalong sending um hana at síggja í DR.
Føroyskir miðlar kunnu læra nógv av DR og TV2.
Hesar báðar sjónvarpsrásir eru altíð aktuellar, og taka aktuell tíðindi framum tað skrá, sum tey annars hava lagt sær.
Eftir mínum tykki tykist tað, sum føroyskir miðlar undirmeta týdningin av aktuellum tíðindum. Flest allar dokumentar sendingar, sum eru at síggja í sjónvarpinum, kunnu sendast til eina og hvørja tíð – í 2012 ella 2015, tí tær eru á ongan hátt aktuellar.
Sendingarnar, sum hava verið í sjónvarpinum um sjálvmorð, um føroysk listafólk, um aktiva deyðshjálp og aðrar hava verið ógvuliga áhugaverdar, men tær kunnu sendast aftur og aftur, tí tær eru altíð ella ongantíð aktuellar.
Tað hevði gjørt nógv fyri trúvirðið hjá sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, um evnini til tíðir vóru meira aktuell.
Kringvarpið sendi í sínari tíð eina sending um Marner Jacobsen og EIK, og hendan sendingin má sigast at vera tann, sum hevur verið mest aktuell hjá Kringvarpinum, um vit tosa um sjónvarpið.
Meira av slíkum tilfari hevði betra munandi um sendiflatuna hjá Kringvarpinum. Ein kundi til dømis hugsað sær, at einki hevði verið meira natúrligt enn at gjørt eina sending um Kaj Leo Johannesen, tá ið hann gjørdist løgmaður. Men kortini hevur ongin slík sending verið at sæð.
Vónandi taka føroyskir miðlar sum heild hendan lærdómin til sín, tí í veruleikanum er tað meira áhugavert og kanska eisini lættari at framleiða tilfari til miðlar, um ein altíð hugsar um tey aktuellu tíðindini, og ikki roynir at uppfinna tann djúpa tallerkin hvørja ferð ein sending skal gerast, við at finna eitt evnið, sum kann halda í allar ævir.