Boys In A Band hava lagt upptøkurnar av konsertini hjá bólkinum í útvarpssendingini Bylgjuni herfyri, og høvið er at hoyra tvey av løgunum, ið bólkurin hevur gjørt kend á sínum frálíku framførslum kring Føroyar.
Tað er eingin loyna, at Boys In A Band hava vakt ans uttan fyri landoddarnar, við framførslum sínum á Atlantic Music Event herfyri., og nú sleppa vaksandi talið av útlendskum gestum á myspace síðuni hjá Boys In A Band við egnum oyrum at uppliva uppaftur meira av tónleikinum hjá Boys In A Band.
Eftir framførslurnar á Atlantic Music Event, var bólkurin boðin at luttaka á Spotfestivalinum í Århus, Nibefestivalinum og á Jellingfestivalinum.