Fríggjadagin 1. juli endaði serliga forsölutilboðið uppá vikuskiftispass til G! 2005 og fleiri ábendingar vóru í vikuni um, at sölan fór at verða metstór. M.a. hövdu fleiri sölustöð ringt eftir fleiri atgongumerkjum, tí útselt var. Fríggjadagin var so gjört upp, hvat var selt síðan 8 mai. Og tað kann staðfestast, at atgongumerkjasölan hevur gingið væl betur enn væntað. Alt í alt eru væl omanfyri 3.000 fólk longu nú, sum koma á G!, tá Götufólk, tónleikarar og börn verða roknað við.
Sölan í ár er sostatt munandi störri enn í fjör, og heldur sami vökstur fram móti festivalbyrjan, sum higartil í ár, so verður útselt helst áðrenn, ella í öllum förum undir festivalinum. Í mesta lagið 5.000 fólk verða loyvd inn á ökið í senn.
Tjaldingin setti nýtt met
Hósmorgun í seinastu viku boðaðu vit frá, at tjaldingin hevði sett met mikudagin við 80 bíleggingum eftir einum degi. Men hósdagurin slóg so dyggiliga metið frá degnum fyri. Omanfyri 200 bíleggingar vóru til tjalding á G! bara hósdagin. Tilsamans vóru omanfyri 300 bíleggingar til tjalding í seinastu viku. Plássini ganga skjótt undan, so tað ræður um at bíleggja sum skjótast. Bílegging fer fram á [email protected] ella við at ringja 441653
Heimasíðan eisini metstóra vitjan
Metstóri áhugin fyri G! Festival sæst eisini aftur á internetinum. Almenna heimasíðan hjá G! www.gfestival.com setti við 53.000 vitjanum fyri ein mánað nýtt met í juni. Hesar 53.000 vitjaninarr skulu samanberast við 19.000 fyri juni mánaða í fjör og 37.000 í juli mánaða í fjör, sum var besti mánaðin seinasta ár.Men tað metið frá juli í fjör bleiv sligið longu í apríl í ár við tilsamans 48.000 vitjanum.