Meira enn ein millión hyggjarar hugdu at, tá Ragnar Finnsson fríggjakvøldið vann seg fram millum tey fremstu í finaluni í Talent á DR. Nýggjastu hyggjaratølini í Danmark vísa, at 987.000 fólk hugdu eftir framførslunum í Talent, og tá avgerðin fall vóru 1,1 millión hyggjarar.
Talent hevur verið í beinleiðis stríðið um hyggjararnar við sendirøðina Vild Med Dans hjá TV2, og tað er TV2, sum hevur havt munin allatíðina. Soleiðis var eisini fríggjakvøldið, tá millum 1,3 og 1,5 millión hyggjarar fylgdu dansikappingini millum tey kendu.