Seinastu vikurnar hava tey havt úr at gera í Fuglafirði, nú fleiri skip fiska svartkjaft og landa til Havsbrún.
Hendan vikan er einki øðrvísi. Á síni heimasíðu skrivar Havsbrún, at fýra skip hava landað til virkið síðani sunnumorgunin.
Fyrsta skipið var Høgaberg, ið landaði umleið 2.300 tons sunnumorgunin.
Einar 24 tímar seinni landaði Fagraberg umleið 900 tons, og seinni mánadagin, áleið midnáttarleitið, landaði Slættaberg umleið 1.400 tons.
Seinasta skipið í hesum umfari var Christian í Grótinum, ið landaði umleið 2.500 tons týskvøldið.

Christian í Grótinum. Mynd: Dávur Winther.
Meira enn eitt skip um døgnið