Meira handilsligt og opið

Madrassudeildin hjá Eikini hevur tikið ein part av vegginum niður, so tað nú er meira opið hjá fólki at sleppa framat.

Madrassudeildin hjá Eikini hevur tikið ein part av vdgginum niður, so tað nú er meira opið hjá fólki at sleppa framat.

 

- Vit skulu minnast til, at talan er um eina gamla politistøð, og tí hevur innkoyringin ikki verið hin besta til vanlig fólk. Nú hava vit tikið ein part av vegginum niður, fyri at tað skl verða lættari hjá kundunum at sleppa til og frá, samstundis um økið gerst handilsligari og meira opið, sigur Gunnar Breckmann.

 

Tað er bert ein partur av vegginum, sum verður tikin niður, og tað er bert fyri at gera tað lættari hjá fólki at koma til og frá.

 

- Annars hevur tað gingið fínt. Ætlanin var at fáa brúkt hølini, tí vit vistu, at tað fór at verða meira enn trupult at fáa leiga tey út við tí umdømi, tey høvdu, at tey skuldu vera soppafongd. Vit hava latið hølini meira upp, og vit manglaðu eina madrassudeild, og sum nevnt, hevur tað gingið fínt, sigur Gunnar Breckmann.

 

Hann sigur, at hølini ikki í dag eru fongd við soppi.

 

- Vit merktu einki til nakran sopp, og eg kann í hvussu er siga, at í dag er eingin soppur í hølunum, sigur Gunnar Breckmann.