2016 lovar at vera eitt gott fíggjarár hjá teimum kommunum, ið hava boðað frá skattainntøkunum fyri januar.
Vágs kommuna, Vestmanna kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Hvalbiar kommuna hava longu boðað frá góðum úrslitum fyri januar, og nú skrivar Sumbiar kommuna, at eisini har kann vísast á ein vøkstur í kommunuskattinum.
Í januar fekk Sumbiar kommuna 653.453 krónur í skatti, samanborið við 608.790 krónur í 2015.
Tað er 44.663 krónur meira í skatti samanborið við januar 2015, ið er ein vøkstur upp á 7,34 prosent.

Meira í kommunukassan í Sumba





