Meginparturin av evnunum, sum niðurbróta ozonlagið, og sum verða brúkt í Føroyum, eru kølievni, sum verða brúkt í køliskipanum, bæði á landi og umborð á skipum.
Fyri fyrstu ferð er føroysk uppgerð gjørd yvir nýtslu og útlát av evnum, sum niðurbróta ozonlagið. Uppgerðin er fyri ár 2003. Hetta árið varð meira innflutt av kølievninum HCFC-22 enn brúk er fyri í landinum.
Stóri innflutningurin skyldast eina stóra nýtslu av kølievnum umborð á skipum. Nógv skip hava eldri og ótættar HCFC-22 køliskipanir. Tá ið HCFC-22 lekur út, fer tað upp í lofthavið, og er har við til at niðurbróta ozonlagið. Hetta ger sítt til, at føroyski innflutningurin av kølievnum og føroyska útlátið av kølievnum er óneyðuga stórt. Ein onnur orsøk til stóru føroysku nýtsluna er, at í Føroyum eru kølievni bíligari enn í grannalondum okkara. Hetta tí at eingin avgjøld eru á kølievnum. Hetta førir við sær, at útlendsk skip keypa kølievni í Føroyum, og eru tey soleiðis við til at økja um føroyska innflutningin.
Ístaðin fyri áhaldandi at keypa nýggj kølievni, áttu eldru HCFC-22 køliskipanirnar at verið skift út við nýggjari og meira umhvørvisvinarliga tøkni. Ein máti at fáa gongd á hesa útskifting er at seta avgjøld á skaðilig kølievni.
Hetta er nakað av tí, sum kemur fram í kanning, sum danska ráðgevaravirkið PlanMiljø, í samstarvi við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, hevur staðið fyri.