Meira álopskrút til B36

Fýra mál vórðu skotin móti EB/Streymi, og tá var John Petersen als ikki við í hópinum.
Tað skuldi borga fyri, at nógv mál eru í B36?arunum í ár, men eftir øllum at døma ikki nóg mikið kortini.
Sosialurin hevur skilt frá álítandi keldum, at B36 er í ferð við at fáa enn ein áleypara til felagið. Sum skilst, so skal talan vera um ein brasilskan áleypara, men í felagnum sjálvum vilja teir als ikki gera viðmerkingar til tíðindini.
- Hatta kann eg hvørki vátta ella avsanna. Aðrar viðmerkingar havi eg ikki til hasa søguna, vóru einastu orðini frá formanninum í B36, Kristian á Neystabø, tá vit sunnukvøldið royndu at fregnast um, hvørt talan fór at vera um meira styrk til felagið.