Grønlendingar vilja fegnir hava størri sjálvsavgerðarrætt innan Heimastýrislógina, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, sum í hesum døgum er á almennari vitjan í Føroyum.
Við hesum sigur hann, at teir millum annað vilja hava størri avirkan á uttanríkispolitikkin.
Sum er, er tað sum hjá føroyingum, at danir sita á teimum týdningarmiklu avgerðunum, tá um utanríkispolitikk ræður.
Men Jonathan Motzfeldt sigur, at hann hevur tosað við bæði amerikanskar forsetar og varaforsetar, og hann dylur ikki fyri, at tað vil hann framvegis sleppa at gera.
Grønlendingar vilja fegnir styrkja sambandið við amerikanska meginlandið, sum er sjálvsagt, tá hugsað verður um, hvar Grønland liggur í mun til Amerika og Europa.
Millum annað hevur grønlendska landsstýrið samtykt at seta ein grønlendskan umboðsmann í kanadiskan høvuðsstaðnum Ottawa, segði Jonathan Motzfeldt á tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin mánadagin.
Hesin umboðsmaður skal sum eina av uppgávum sína hava, at hann skal hjálpa Grønlandi at selja síni ráevni og tey áhugmál, har til hoyra, sigur Jonathan Motzfeldt.
Polariseringin
Jonathan Motzfeldt, landstýrisformaður, sigur, at hann hevur frætt um polariseringina millum samband og loysing í Føroyum.
Men hann hevur ikki kenslu av, at slíkt er í Grønlandi í løtuni,
Gott nokk er hann greiður yvir, at tað eisini eru loysingarmenn í Grønlandi, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður.
Men allar broytingar skulu gerast innan Heimastýrið, sigur hann. Ella skarast ríkisfelagsskapurin bara.
Men tað vil ikki siga, sigur Johnathan Motzfeldt, at grønlendingar ikki skulu samstarva úteftir aðrastaðni enn til Danmarkar.
Hóast grønlendingar standa uttan fyri ES, fara teir eisini í framtíðini at hava samstarv tann vegin, sigur Jonathan Motzfeldt.
Tað verið seg innan fiskivinnu, ráevni í undirgrundini ella í umhvørvismálum.
Oljusamstarv
Tað er týðuligt, at grønlendingar fylgja við, hvussu gongst við oljufepuri føroyinga.
Jonathan Motzfeldt segði á tíðindafundinum mánadagin, at hann vónaði inniliga, at føroyingar fóru at finna olju í føroysku undirgrundini.
Men samstundis kom hann eisini við eini heilsan til føroyingar, kanska serliga føroyskar myndugleikar, frá Grønlandsfly, har hann minti á, at grønlendska flogfelagið hevur ein tann størsta tyrluflota í Norðuratlantshavi, og at felagið fegið vil sleppa upp í part, tá flutningur skal brúkast til føroysku oljuvinnuna.
Upp á spurningin um, hvørt grønlendignar vóru nøgdir við ráevnisavtaluna, teir hava við danir, ella teir heldur vildu hava eina føroyska skipan, segði Jonathan Motzfeldt, landstýrisformaður, at sum er, eru teir nøgdir.
Meðan føroyingar hava yvirtikið undirgrundina, hava grønlendingar eina ráevnisavtalu við danir, sum býtir helvt um helvt.
Og ta avtaluna hava grønlendingar ongar ætlanir um at gera nakað við beint nú, segði Jonathan Motzfeldt.
Men hann segði, at grønlendingar eru í ferð við at flyta ráevnisumsitingina til Grønlands.
Semja er um, sigur Jonathan Motzfeldt, at tað skal henda tann 1. juli 1998.
Eftir er at samráðast um gjaldið fyri umsitingina.
Grønlendingar vilja, sigur Jonathan Motzfeldt, grønlendskur landsstýrisformaður, at tað gjaldið, danir í løtuni gjalda fyri umsitingina av rásevnisskipanini, skal latast Grønlandi sum blokkstuðul.
Hesar samráðingarnar eru í gongd í løtuni, og grønlendingar rokna við, sigur Jonathan Motzfeldt, at tað fer at bera til.
»Tað hevur tað altíð gjørt fyrr,« sigur hann.
Men hann leggur dent á, at grønlendingar ikki í løtuni hava í kvittanum at fáa eina slíka skipan sum ta føroysku. Men tað kann vera, at tað kemur seinni, tá partarnir hava tosað meira saman, sigur Jonathan Motzfeldt.
Stýriskipannarlógin
Grønlendska stýrisskipannarlógin er eitt sindur ørðvísi, enn tann føroyska.
Her hjá okkum velur Løgtingið løgmann, sum útnevnir landsstýrismenninar, og harvið verður tað. Hann hevur ikki fyri neyðini at spyrja Løgtingið eftir, um teir kunnu góðkennast.
Tann grønlendski landsstýrisformaðurin hevur tað heldur tvørligari, sigur Jonathan Motzfeldt.
Tá Landsstingið hevur valt landsstýrisformannin, velur hann sjálvur sínar landsstýrismenn.
Men hóast hann hevur valt nakrar landsstýrismenn ein dag, er ikki vist, at teir framvegis eru tað dagin eftir. Tí um Landstingið sýtir fyri at góðtaka teir landsstýrismenn, sum landsstýrisformaðurin hevur valt, sleppa teir ikki at virka.
Jonathan Motzfeldt sigur, at hann við áhuga hevur merkt sær tað føroysku skipanina, og ein slíkur rættur, sum føroyski løgmaðurin hevur, hevði altíð verið góður at havt, sigur hann.
Blokstuðulin
Summir føroyskir politikkarar hava sera góðan hug at kapitalisera blokstuðulin, vit fáa frá Danmark. Onkur vil hava hann útgoldnan einaferð, og so mugu vit sjálv klára okkum restina av okkara tíð.
Onkur annar er meira raffineraður og vil hava hann útgoldnan í býti fyri skuld. Og so harvið.
Jonathan Motzfeldt sigur, at tá tosað verður um grønlendska ríkisstuðulin, verður samráðst um ávís, fastløgd mál, hvørt sær.
Og tað er eingin, hvørki í landsstýri ella Landstingi, sum ynskir at broyta hesa skipan, sigur Jonathan Motzfeldt.
Hann heldur, at tað altíð fer at vera ein tørvur á blokstuðuli til Grønlands, sigur Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður.
Vitjaði Løgtingið
Eftir, at tíðindafundurin í Tinganesi var liðugur, fór Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, við fylgi niðan í Løgtingið, har formansskapurin við Jógvani Ingvardi Olsen, løgtingsformanni, á odda tók ímóti.
Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður helt røðu fyri gestunum, har hann greiddi frá søgu Løgtingsins. Hann segði eisini frá um sjálvt Løgtingshúsið og nakað um søgu tess.
Síðan tosaði Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, um tann týdning, Grønland hevur havt fyri Føroyar og føroyingar, tá meginparturin av føroyingum fiskaði undir Grønlandi og vann sær sína úrtøku haðani.
Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður takkaði fyri blíðskapin og heilsuna frá løgtingsformanninum.
Hann segði, at hann sum smádrongur í suðurgrønlendskari bygd mintist, tá føroysku skipini plagdu at sigla framvið. Tá sótu smádreingirnir og tosaðu um, at hatta vóru føroyingar, sum vóru komnir langvegis frá.
Og hann mintist eina gamla konu, segði Jonathan Motzfeldt, sum helt tað vera so synd í føroyingum, sum ongan fisk áttu sjálvir og tí noyddust at ferðast so langt til at veiða sær til lívsins uppihald.
Jonathan Motzfeldt handaði Jógvani Ingvardi Olsen eina steinstandmynd sum gávu til Løgtingið frá grønlendingum.