Meira skattur í Vestmanna

- Skatturin higartil í ár vísir eina hækking á 5,60% í mun til 2014, svarandi til 322.495 krónur, sigur Vestmanna kommuna

Vestmanna kommuna fekk meira í kommunuskatti í februar 2015 enn sama mánaða í 2014.

 

- Í februar 2015 fingu vit 3.415.655 krónur í mun til 3.082.215 krónur  februar 2014. Vøksturin er á 333.440 krónur, svarandi til 10,82%.

 

Kommunan vísir á, at skatturin higartil í ár vísir eina hækking á 5,60% í mun til 2014, svarandi til 322.495 krónur.

 

- Vit eru nøgd við skattin fyri februar. Vónandi kemur henda positiva gongdin at halda fram restina av árinum, sigur Vestmanna kommuna.

 

Myndin er av Paula T. Petersen, borgarstjóra í Vestmanna kommunu.