Meira stabilir

B68 hevur vunnið eina rúgvu av stigum í seinnu kappingarhálvu. Tað hevur havt við sær, at leikararnir kunnu draga andan lættliga, nú flestu liðini hava sett inn endaspurtin. Málið at sleppa undan niðurflyting er rokkið, og nú verður hugt uppeftir.

Hvør er munurin á fyrru og seinnu hálvu hjá tykkum?

- Vit eru meira stabilir. Verjuparturin hevur riggað sera væl, og alsamt færri mál fara ígjøgnum. Hinvegin eru vit eisini byrjaðir at skjóta mál. Vit høvdu fleiri skaðar fyrstu mánaðirnar, og tað var sjáldan, at vit høvdu møguleikan at spæla við sama liði tvær ferðir upp í slag. Vit eru eisini farnir frá upplegginum at liggja høgt á vøllinum til at vera meira verjukendir. Og tað hevur riggað væl, staðfestir Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68.

Hann staðfestir somuleiðis, at nú hyggja toftamenn upp eftir stigatalvuni.

- Tað eru bara trý stig til Víking, og sjálvandi royna vit at leggja teir aftur um okkum, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum metti sigurin hjá B68 verða uppibornan á Skála í gjár.