Frá 2015 og árini eftir tað kemur ein nýggjur Star Wars filmur um árið.
Tað hevur nevndarformaðurin í Disney boðað frá á filmsstevnu í Las Vegas. Disney konsernin hevur keypt rættindini til Star Wars filmarnar frá George Lucas og ætlar at framleiða fleiri nýggjar filmar.
Í 2015 kemur fyrsti filmurin í einari nýggjari trírøð, sum heldur fram til 2019. Í 2014 og 2016 verða sjálvstøðugir Star Wars filmar eisini givnir út.
Fleiri av teimum upprunaligu sjónleikarunum skulu spæla við í onkrum av filmunum eitt nú Carrie Fisher, sum hevði leiklutin sum Leia prinsessa í fyrstu røðini. George Lucas hevur sagt, at hann hevur eisini fingið avtalur í lag við Mark Hamill (Luke Skywalker) og Harrison Ford (Han Solo).
George Lucas skal hjálpa við framleiðsluni av nýggju Star Wars filmunum.