Meira tunlaprát

Gerið vegaloysnina fyrst, og er hon ikki nøktandi um hundrað ár - roynið so tunnilsloysnina, sigur Heini Olsen millum annað í lesarabrævi

Heini Olsen


Nú er so nógv skrivað og talað fyri ella ímóti sub-leir­víksum tunli, at fólk so smátt eru farin at vamlast við hetta óendaliga tjakevni, sum eftir mínari meting ikki er so tor­ført at loysa.
Sjálvur átti eg helst eisini at tagt, hetta serliga tá eg í móðurlegg eri ættaður undan Ussala-Pæturi og sostatt á henda hátt kanska komi mær í strið við okkurt av skyldfólkunum á Húsamørk í Leirvík; men tað gerst so ikki við. Hinvegin harmar tað meg, um tey tvíhalda um okkurt, tey seinni noyðast iðra seg um.
Í útvarpstjakinum miku­kvøldið 1. mars kom einki fram um kirkjutunnilin, sum eg nevni hann, nú so nógvir eru á lofti, annað enn, at bygdarráðið var samt um, at har skuldi leiðin liggja  alt gott um eina semju at siga; men annars tal­aði hesuferð enn meira fyri teirri ovaru loysnini, har veg­urin er annar møguleikin og ein tunnil har uppi hitt uppskotið, um rindast vil eyka fyri tað loysnina.
Nú dámar mær í hesum ófriðatíðum best at skriva okkurt lættisoppasligt; men søgan um leirvíkarleiðina nærkast so mikið restini av umheiminum, at eg í fullum álvara seti fram hetta uppskot og grundgevi fyri tí:
Gerið fyrst vegin oman fyri bygdina.
Við hesum kunnu leir­víkingar sjálvir stýra fram­burðinum í Leirvíkar bygd og har á leið
Hann lýkur allar treytir og væl meira enn tað, tí um­framt vanliga autoverju er eyka verja gjørd fyri larm, sum kanska als ikki er har, tí ljóð fer eins og hiti ikki so nógv niður eftir, sum upp í loft.
Vegurin gevur góða at­­gongd til stóra lendið om­an­fyri, har ítróttarvøllurin ligg­ur, serliga um samstundis hampað verður um verandi atkomuvegin frá ætlaðu íbind­­­ing­unum og niðaná  tunn­­ils­­tilfar til hetta enda­mál trýt­ur ikki.
Við hesum vegi bindur bygdarráðið um heilan fingur, tí nú hava teir vegin, sum undir øllum umstøðum einaferð skal gerast, eins og víst er í bygdarplaninum heilt afturi í 80-num, hetta um nakar framburður verður í Leirvík.
Tað verða bygdini dýr grundøki, um hesi eru tað, sum forðar fyri at leiða ferðsl­una niðan um bygd­ina! Leirvíkar kommuna er vælsignað við størri byggi­vídd enn kanska nøkur onnur bygd í Føroyum.
Við hesum verðu eing­in ferðsla gjøgnum bygd­ina, uttan so, at hin ferð­andi í onkrum ørindum ynsk­ir at snara frá í ferðslu­runding­unum hvørju megin bygdina, at vitja tað, sum har er, tað verið seg havnarlagið, vinnu­rekandi ella vinfólk.
Heldur brúka ætlaða vega­økið har niðri til par­kering til tey vitjandi, enn hetta fremmanda mitt gjøg­num bygdina.
Ella tunnil oman fyri bygdina
Sjálvur eri eg sannførdur um, at við omanfyri nevnda møguleika fyri vegi er ein tunnil óneyðugur; men fæst ikki semja um vegin, so er tunnilin omanfyri eftir míni meting so avgjørt frægari enn tað fremmandalikamið, sum talan er um at leggja niðanvert kirkjuna, og sum við tvinnum longum ramp­um  ein í hvørjum enda. Í hvussu er ger kirkju­tunnilin stóra koll­veltandi broyting í friðarligu bygdar­myndina, og forðar í stóran mun fyri møguligum vinnu­ætl­an­um nærhendis havnar­lag­num. Hvat heldur friðing­armyndugleikin um hetta?
Vísir vegurin omanfyri seg um hundrað ár ikki at nøkta tørvin, so liggur kirkjutunnilin ella eitt av hinum uppskotunum enn óroynt, hetta um ikki alt er útbygt.
Stóra økið Úti á Vík varð einki tosað um; men tað er kortini framtíð, sum hongur saman við planløgdu íbindingunum sunnan fyri bygdina.
Ein lítil viðmerking umVágatunnilin, tunnil undir Háls og veg oman fyri Sandavág og Miðvág
Ein yndislig kvinnurødd gramdi seg um, at Vága­tunn­ilin ikki varð førdur heilt oman til Sandavágs, og um ferðsluna har og í Míðvági.
Til hetta kann eg siga, at millum tær 16 kannaðu tunn­ilsleiðirnar undir Vest­mannasundi, var eisini ein, sum kom út við Smyrlagjógv oman fyri Sandavág; men varð hon so long, at fígging tá neyvan kundi fáast fyri tí loysnini. Eisini var hildið í so fall best vera við tvinnum tunlum, har annar er hin ver­andi Vágatunnilin og hin tunnilin frá norðanvert tunn­ilsmunnan vágamegin og í Smyrlagjógv. Tað prosjektið varð gjørt í 80-unum og hongur á goymslu.
Annað, sum hongur á goymslu, er ein vegur í fram­­­haldi frá Smyrla­gjógv og oman fyri Sandavágs og Miðvágs bygdir við íbind­ing til verandi lands­veg við Leit­is­vatn. Hetta lo­ysir spurn­­ingin um ferðslu gjøg­­­num bygd øki og er sam­­an við Hálsa­tunlinum meira brúkbært fyri øll og mun­in bíligari enn tunn­il av Oyrargjógv til flog­vøllin, sum einans tænir flog­ferðsl­uni.