Tað er bara innan almennar tænastur, um hugsað verður um, høvuðsvinnur, at meiri peningur er útgoldin í higartil í 2009 sammet við sama tíðarskeið í fjør.
Í prosentum er økingin 6,8 prosent, og í milliónum er økingin 55 milliónir krónur.
Ringast stendur til í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu, har afturgongdin í lønum er umleið 15 prosent. Tilsamans er krónutalið 63 milliónir færri í ár í mun til í fjør.
Innan ráevnisvinnu er einasti glottin alivinnan, har umleið 11 milliónir krónur fleiri eru goldnar út í lønum. Hetta merkir somuleiðis, at í hinum ráevnisvinnunum er minkingin 74 milliónir krónur.
Eisini innan byggivinnu og aðra tilvirking er afturgongd. Har er afturgongdin umleið 11 prosent. Í tølum er hetta 37 milliónir krónur færri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í fjør vóru samlaðu lønarútgjaldingarnar 2,6 milliardir krónur, og higartil í ár er hetta tal eitt sindur omanfyri 2,5 milliardir krónur.
Tað vil siga, at 123 milliónir krónur færri er útgoldnar í lønum higartil í ár sammet við sama tíðarskeið 2008.