Í sambandi við at málið um Degnshús kom fram fyrr í ár, kom tað eisini fram, at Tórshavnar Býráð var farið undir at gera eina heildarætlan fyri allan miðbýin. Hendan ætlan er nú komin undir land, og eitt modell er gjørt av miðbýnum, soleiðis sum hann kemur at síggja út í framtíðini.
Broyta byggisamtyktina
Nýggja heildarætlanin førir við sær, at tað fer at bera til hjá fólki, sum eiga ogn í Dr. Jacobsensgøtu at víðka um ogn sína. Størsti parturun av áðurnevndu gøtu hevur hoyrt undir tað, ið á fakmáli nevnist 2. grundumráði, men verður nú uppgraderað til 1. grundumráði, sum eitt nú gongugøtan hoyrir undir. Fyri tey, sum eiga ogn í Dr. Jacobsensgøtu, merkir hetta, at tey nú fáa loyvi til at byggja tríggjar hæddir í staðin fyri tvær. Eisini fer tað at verða loyvt at gagnnýta ein størri part av matrikulinum, enn tað higartil hevur borið til.
Býráðið hevur við nýggju ætlanini eisini stungið út í kortið, at økið har Sverrisgøta byrjar við Tinghúsvegin og út til endan á Dr. Jacobsensgøtu við Skálabúðina skal gerast hugaligari at ferðast í. Millum annað verður tað nú ein treyt, at tað skal verða antin handil ella matstova í veghædd, meðan tað ikki fer at bera til at hava skrivstovu beint út til vegin. Eisini skulu gongubreytirnar yvirdekkast við eitt nú karnappum ella marskisum.
Áðrenn avgjørt var, at byggisamtyktin skuldi broytast, høvdu umboð fyri Tórshavnar Býráð ein fund við íbúgvarnar í Dr. Jacobsensgøtu, og sambært borgarstjóranum í Havn, Jan Christiansen, fegnaðust tey um, at ein ætlan nú var gjørd fyri øki. Tó søgdu íbúgvarnir, at tað var ein treyt, at skil fekst á parkeringsviðurskiftini, tí tað mangan var ógjørligt at sleppa av við bilin hjá sær.
Væl fleiri parkeringsbásar
Tórshavnar Býráð arbeiðir í løtuni við at gera fleiri parkeringspláss í miðbýnum. Millum annað verður arbeitt á einum øki í brekkuni oman fyri gomlu Køkubúðina, og har verða nærum 100 nýggj parkeringspláss, tá ið arbeiðið verður liðugt, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Torshavnar Býráð, Heðin Mortensen, og leggur afturat, at frá nýggja parkeringsøkinum eru tað einans einir 100 metrar at ganga oman í Dr. Jacbosensgøtu.
Eisini niðri á Skálatrøð eru fleiri parkeringsbásar á veg. Gomlu skúrarnir hjá arbeiðsmonnunum á Skálatrøð verða tiknir niður, og ístaðin verða fleiri parkeringsbásar gjørdir. Heðin Mortensen sigur, at her verða einir 50-60 nýggir básar. Somuleiðis verður arbeitt við at gera parkeringsplássið aftan fyri politistøðina størri, og hetta skuldi givið rúm fyri gott og væl 20 bilum afturat.
Fólk skulu eisini venjast við at ganga eitt sindur
Tað ljóðar óivað av nógvum, tá ið so nógvir nýggir parkeringsbásar eru ávegis, men vert er at hava í huga, at eitt nú hevur Tryggingarfelagið Føroyar flutt nógv starvsfólk oman í býin í sambandi við nýggju hølini hjá teimum á Kongabrúnni, og um tað verður meiri lív í miðbýnum, soleiðis sum býráðið ætlar, merkir hetta óivað eisini fleiri arbeiðspláss í hjartanum av Havnini. Til hetta sigur Jan Christiansen, borgarstjóri: - Tað er rætt, at tørvurin á parkeringsplássum í miðbýnum neyvan verður mettaður, men vit noyðast eisini at læra okkum sjálvi at ganga eitt sindur. Til dømis ber tað væl til at parkera í Gundadali við fótbóltsvallirnar og ganga oman í miðbýin, men hetta krevur eina hugburðsbroyting millum okkum føroyingar, heldur borgarstjórin í Havn.
Tað er eisini ein ávís ætlan við skipanini av parkeringsviðurskiftunum í miðbýnum. Jan Christiansen vísir á, at í sjálvari gongugøtuni er parkering tíðaravmarkað til 15 minuttir, men jú longur tú fert frá miðbýnum, jú løngri tíð er loyvt at parkera. Hetta er gjørt, so at fólk, ið bert skulu okkurt lítið ørindi í gongugøtuni, kunnu parkera har, meðan tey, ið arbeiða í miðbýnum, noyðast eitt sindur longur burtur at parkera.
Alt ov nógv óneyðug ferðsla í miðbýnum
Sera nógv ferðsla er gjøgnum miðbýin hvønn dag, og hetta setir sín dám á miðbýarlívið í høvuðsstaðnum. Kanningar, sum Tórshavnar Býráð hevur latið gjørt, vísa, at okkurt um 90 prosent av teimum bilum, ið dagliga koyra gjøgnum miðbýin, hava eingi ørindi í býnum. Hetta eru fólk, sum velja at koyra gjøgnum býin úr eitt nú vesturbýnum niðan í Hoyvíkar, ístaðni fyri heldur at koyra eftir ringvegnum, greiðir Jan Christiansen frá.
Í einari roynd at minka eitt sindur um hesa ferðslu, fer býráðið at kanna, hvørjar avleiðingar tað fer at hava, um tað til dømis verður byrgt fyri, soleiðis at tað ikki fer at bera til at koyra av Tinghúsvegnum út í Bøkjarabrekku.
Tunnil undir Steinatún
Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, greiðir somuleiðis frá, at tað eisini hevur verið uppi og vent, um tað er eitt hugskot at fara undir at gera ein tunnil undir Steinatún. Dagliga er sera nógv ferðsla gjøgnum Steinatún, og Heðin Mortensen sigur, at fleiri ferðsluóhapp við yvirkoyrdum fólkum hava verið har, og tað hevði verið gott, um tað var tryggari hjá fótgangarum at koma yvir um vegin. - Ferðslan gjøgnum Steinatún er mangan rættuliga trek, men gjørdu vit ein tunnil undir vegnum, høvdu vit sloppið undan ferðsluljósum, og tað hevði óivað viðført eina meiri glíðandi ferðslu gjøgnum Steinatún, sigur Heðin Mortensen og leggur afturat, at tað mest umráðandi er, at fótgangarin hevur tað gott í miðbýnum.
Modellmynd gjørd
Í sambandi við nýggju heildarætlanina er, sum áðurnevnt ein modellmynd gjørd av økinum. Á modellinum ber eisini til at síggja, hvussu nýggi skrivstovubygningurin á økinum, har húsini hjá Anton Degn standa í dag, fer at síggja út. Við at seta henda ætlaða bygning í modellmyndina, kann sigast, at Tórshavnar Býráð væntar, at nógv umrøddi bygningurin verður veruleiki.
Eisini ber til at síggja, hvussu tað fer at síggja út fram við Tinghúsvegnum við ætlaða grøna økinum, sum vit eisini umrøddu her í blaðnum fyrr í ár. Millum annað er ætlanin, at klubbagarðurin skal burtur, og eitt torg koma ístaðin.
Modellmyndin, sum Tórshavnar Býráð hevur gjørt, verður sett fram á Snarskivuni, so at ein og hvør borgari, ið hevur hug til at síggja ætlanina, fær møguleika til tað og eisini kann gera viðmerkingar til ætlanina hjá Tórshavnar Býráð.