JAVNAÐARFLOKKURIN hevur samtykt at virka fyri eini nýggjari lóg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Higartil hevur henda ætlanin fingið heitið »sjálvstýrislóg«.
FJØLMIÐLAR hava sakliga sagt frá ætlan Javnaðarfloksins, men viðmerkingin hjá Edmundi Joensen, løgmanni, í Dimmalætting var ikki øðrvísi enn væntað tá hann sigur, at nú hevur Javnaðarflokkurin endiliga víst seg sum ein rættan sjálvstýrisflokk, sum vil loysa frá Danmark. Flokkurin verður skuldsettur fyri at hava víst veikleika, tí hann dyrgir eftir nøkrum sjálvstýrisatkvøðum.
HIGARTIL hevur flokkurin, sambært løgmanni, riði á tveimum hestum, men nú hevur hann saðlað tann eina. Somuleiðis verður ruddiligari í føroyskum politikki, tí nú er bara Sambandsflokkurin at verja ríkisfelagsskapin.
AT Javnaðarflokkurin er sinnaður at viðgera ríkisrættarligu støðu okkara er ikki ein veikleiki,men ein styrki. Henda avgerð vísir, at flokkurin vil taka upp hetta evnið, sum annars er viðbrekið, tí í flokkinum eru bæði sambands- og sjálvstýrissinnað.
FLOKKURIN viðgjørdi ríkisrættarliga spurningin á landsfundi í 1971 og samtykti tá at seta eina nevnd at endurskoða heimastýrislógina, tí fleiri viðurskifti vístu, at hon var tømd og at fleiri ógreiðir spurningar vóru.
NEVNDIN kom ikki við nøkrum tilmæli tá, men á landsfundi í 1990 varð málið aftur viðgjørt og tá varð samtykt at virka fyri nýggjari lóg millum ríkispartarnar. Mælt varð til, at sambært hesi lóg skuldu øll mál kunna yvirtakast. Uppskotið um eina sjálvstýrislóg var eisini í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin frá januar 1991.
MEN kreppan og nýggj samgonga gjørdi helst, at meiri hendi ikki, men nú hevur so Javnaðarflokkurin tikið málið uppaftur. Ikki tí at Tjóðveldisflokkurin liggur væl fyri í meiningarkanningum, men tí at Javnaðarflokkurin heldur, at tíðin er komin til at fáa nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar. Javnaðarflokkurin fer ikki at reka politikk eftir, hvussu rákið er í eini meiningarkanning.
MEN samtyktin merkir ikki, sum Dimma og løgmaður vilja vera við, at Javnaðarflokkurin hevur slept ríkisfelagskapinum. Flokkurin er framvegis ein samríkisflokkur.
FLOKKURIN vil hava eina meiri víðgongda lóg, eins og eini 45-50 prosent av føroysku veljarunum vilja hava. Sambært seinastu kanningunum vilja bara eini 15 prosent varðveita heimastýrislógina í verandi líki. Sjálvt sambandsfólk halda, at henni treingir ábøtur, men sum í so nógvum ørðum førum gongur løgmaður við bindi fyri eyguni.
KOMIN er tíðin at vísa størri ábyrgd, at taka við størri avbjóðingum og vísa, at vit kunnu stýra í egnum landi. Nú stendur upp til allar miðflokkarnar í tjóðskaparspurninginum at vísa, at teir meina nakað við orðini um størri sjálvstýri.