- Meiri tíð at lesa í

Kravið hjá næmingunum í miðnámsskúlunum er einfalt: Tey ynskja somu fyrireikingartíð til próvtøkurnar sum studentarnir. Hetta kundi mentamálaráðharrin ikki lova teimum, tí føroysku skúlarnir virka undir ymiskum skipanum.

Mótmæli: Tað var ein stór mannfjøld av ungum lesandi, sum fyrrapartin í dag gingu mótmælisgongu niðan í Mentamálaráðið.
Krav teirra var bæði einfalt og einmælt: Tey ynskja somu rættindi sum næmingarnir á Studenta- og HF-skúlunum, tá talan er um fyrireiking til árligu próvtøkurnar.
At tey nú hava sett fram hetta kravið kemur av, at ætlanin var at geva studentum og HFarum longri fyrireikingartíð. Hetta ynskið varð seinni slept.
Men næmingar á øðrum miðnámsskúlum kring landið raknaðu nú við og ynsktu, at tey skulu fáa somu sømdir sum studentarnir at fyrireika seg í.
Tí savnaðust tey í stórum tali í Havn fyri at vísa mentamálaráðharranum, Jógvani á Lakjuni á, at her var talan bæði um diskriminering og órættvísi.
- Hetta eigur at vera líka fyri øll. Tí ynskja vit at fáa minst eina, og helst tvær vikur aftrat. Fær ein longri tíð, so er eisini møguleiki at fáa betri karakterir.
- Fáa vit tvær vikur, so fáa vit gjørt meiri brúk av lærarunum í hesi fyrireikingartíðini. Sum støðan er nú, so hava vit bara tíð at lesa, men hava ikki nóg góða tíð til at spyrja lærararnar so nógv, søgdu nakrir av teknisku næmingunum, sum vóru komnir allan vegin úr Klaksvík fyri at taka lut í mótmælinum.
Mótmælisgongan steðgaði við Mentamálaráðið, har tey fingu orð á Jógvan á Lakjuni.

Somu sømdir
Við Mentamálaráðið las Karin Laksáfoss úr Handilsskúlanum á Kambsdali upp eina áheitan á mentamálaráðið um at fáa hesa javnstøðuna í lag.
Her varð víst á, at tað er órættvíst at næmingarnir á miðnámsskúlunum ikki eru javnt fyri við fyrireikingunum til próvtøkurnar sum teir á studentaskúlunum.
- Okkara endmál er greitt: At øll fáa somu sømdir í hesi fyrireikingini. Sum er, eru treytirnar ikki eins, og tað halda vit vera bæði løgið og órættvíst, varð sagt.
Jógvan á Lakjuni royndi hinvegin, at greiða næmingunum frá, hví støðan er sum hon er.
Hann vísti í fyrsta lagi á, at útbúgvingarnar er ymiskar og virka undir ymiskum treytum.
Støðan í dag er í veruleikanum hon, at Studenta- og HF-skúlarnir virka undir eini danskari skipan. Tað vil so við øðrum orðum siga, at teir føroysku næmingarnir fara upp í teimum skrivtligu royndunum sama dag sum teir donsku næmingarnir.
- Tað er tí at hesin ójavnin kemur í, og tað fái eg ikki gjørt so øgiliga nógv við beint nú.
- Men tað er kortini ein spurningur, hvussu leingi henda skipanin fer at halda fram soleiðis, segði mentamálaráðharrin við hesa ungu mannfjøldina.

Øðrvísi skipanir
Jógvan á Lakjuni kennir til sjálvur til henda spurningin og henda trupulleikan, at øll ikki hava eins langa fyrireikingartíð. Hann hevur nevniliga undirvíst á Handilsskúlanum síðani 1990, áðrenn hann gjørdist mentamálaráðharri.
Hetta við teirri donsku skipanini fall ikki í so góða jørð hjá øllum hesum ungu miðnámsskúlanæmingunum, og tað vóru tí mong sum harðliga mótmæltu hesi útsøgnini. Tey hildu uppá, at vit hóast alt búgva í Føroyum, hava ein føroyskan skúla og eiga tí at hava eina føroyska skipan sum er eins fyri øll.
Jógvan á Lakjuni bar so uppá mál, at hann ynskti at tosa nærri við umboðini fyri næmingarnar inni á skrivstovu síni. Her varð nógv sum betri kundi verða lýst við eitt fundarborð. Sum sagt so gjørt.
Síðani fóru umboð fyri næmingaráðini á fund við mentamálaráðharran.
Uttanfyri stóðu hinir hundrað næmingarnir og bíðaðu í kulda og í tolni eftir at frætta nærri frá fundinum við landsstýrismannin.