Trupulleikarnir á skúladeplinum Glasi, í Marknagili, halda fram, og tá ið næmingarnir skulu møta í morgun, fingu teir at vita, at teir fingu frí í dag. Tað var nevniliga neyðugt at avlýsa skúlan í dag, tí hitaskipanini er gingin fyri.
Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, sigur, at fólk frá Fjarhitafelagnum hava arbeitt upp á hitaskipanini um vikuskiftið. Talan var um okkurt arbeiðið, sum skuldi gerast og tá ið tað varð liðugt, varð hitin settur til aftur.
Men stjórin sigur, at í nátt er skipanin slóknað aftur og sostatt er tað rætt og slætt ov kalt at vera í skúlanum í dag.
Hann sigur, at tað var ein hitastýring, sum er farin, men at brekið er umvælt og nú er hitin settur til aftur. Men talan er um ein so stóran bygning, at tað tekur drúgva tíð at fáa hann heitan. Tískil er skúlin avlýstur í dag, men gongst sum ætlað, verður skúlagongdin tikin upp aftur í morgin, sum vanligt.
Hann sigur, at hesa fyrstu tíðina hava ymsir trupulleikar verið við hitaskipanini, men at tað er vanligt, tá ið so stórur bygningur, sum hesin, verður tikin í brúk, tí tað tekur tíð at stilla alt rætt. Men hesa ferð var so talan um eitt beineiðis tekniskt brek.