Meiriluti fyri sjálvsavgerðarrættinum

Javnaðarflokkurin tekur eftir viðgerð í uttanlandsnevndini undir við at staðfesta sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks. Hetta ger til skammar pástandin hjá løgmanni, tá hann sýtti Høgna Hoydal at leggja slíkt uppskot fram, tí andstøðan fór at vera ímói

Fyri nøkrum vikum síðani hótti Anfinn Kallsberg, løgmaður, við at tveita Tjóðveldisflokkin úr samgonguni, tí Høgni Hoydal hevði borið eitt uppskot í tingið um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks.

Løgmaður segði tá, at hann vildi ikki hava eitt uppskot um nakað eins sjálvsagt, sum dagin í dag fyri tingið, so andstøðan kundi atkvøða ímóti tí. Anfinn Kallsberg vildi nevniliga ikki hava, at nakar kundi siga, at løgtingið ikki var samt um, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt.

Men uppskotið kom kortini fyri tingið. Tó ikki sum sjálvstøðugt uppskot, men sum inngangur til uppskotið til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks.

Og júst hesum innganginum tekur Janaðarflokkurin sum stórur partur av andstøðuni av fullum huga.

Tískil ber til at staðfesta, at grundgevingin móti Høgna Hoydal í stóra samgongustríðnum um sjálvstýrisleistin er gjørd til skammar av stórum parti av andstøðuni í álitinum hjá uttanlandsnevndini til uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks.

Løgtingið viðgjørdi í gjár, eftir at Sosialurin var prentaður, uppskotið til samtyktar fyri aðru ferð.