Í skrivinum slær meirilutin fast, at teir fimm - Magnus á Stongum, Niklas á Líðarenda, Niclas Davidsen, Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt - ikki hava lagt forðingar í vegin fyri forsetanum.
Hinvegin verður sagt, at meirilutin noktaði at taka støðu, tá forsetin her og nú vildi hava teir at koyra aðalskrivaran frá. Hetta grundað á fyrru avgerðina.
Hetta hendi á fundi í farnu viku, og á nýggjum fundi - dagin eftir - hevði aðalskrivarin kunnað um seinnu avgerðina frá UEFA, har upprunaligi dómurin varð broyttur til eina átalu.
Meirilutin er samdur við forsetanum í, at teir ikki meta at kunningin á fundi tann 21. mai var nóg góð. Men teir fimm eru sannførdir um, at tá endaliga avgerðin frá UEFA var ein átala, eigur hetta at verða tikið til eftirtektar.
Í skrivinum verður eisini sagt, at forsetin ikki fylgdi teirri avgerð, sum meirilutin í starvsnevndini tók á fundunum í farnu viku, og at tað ikki er satt, tá forsetin hevur ført fram, at meirilutin av nevndini rýmdi av fundi seinasta týskvøld.
At enda verður sagt, at málið hevur skatt føroyskan fótbólt, og at teir fimm nevndarlimirnir annars eru samdir um, at teir fara at fylgja teirri tilráðing, sum føroysku formenninir koma við í morgin.