Ársins útgáva av Champions League-finaluni verður spæld í kvøld klokkan 19.45 á Allianz Arena í München, har lokala Bayern München hevur heimavøll ímóti enska Chelsea.
Óivað er heimavøllurin ein fyrimunur hjá týska liðnum, men aðrir fyrimunir er eisini, at meðan Chelsea skal royna at finna sítt fyrsta europeiska meistaraheitið nakrantíð, liggur Bayern München framvið at vinna sítt fimta.
Eg eri vísir í, at vit klára tað. Um vit ikki skuldu megnað at vunnið eina Champions League-finaluna á okkara egna heimavølli, hvar skuldu vit so gjørt tað, spyr týski landsliðsspælarin, Bastian Schweinsteiger, ið sær dystin í kvøld sum upplagdan møguleika fyri Bayern München.
Nógvir hava karantenu
Júst tað, at Chelsea ikki upp á nakran máta er favorittur, passar enska liðnum væl: Teir gera, sum teir eru vanir heima, men um vit eru klárir og trúgva upp á okkum sjálvar, so kunnu týskararnir bara koma, tí vit skulu nokk taka ímóti, sigur Chelsea-spælarin, Frank Lampard.
Fleiri spælarar hava karantenu og hjá Bayern München eru Holger Badstuber, Luiz Gustavo og David Alaba tí ikki við, samtundis sum Chelsea í kvøld má klára seg uttan John Terry, Branislav Ivanovic, Ramires og Raul Meireles.
Hóast heimavøllurin má síggjast sum ein lítil fyrimunur hjá Bayern München, hevur Chelsea í hesi Champions League-kappingini víst styrki, so tí kann roknast við einum tøttum og spennandi mannfólkadysti um steypið við stóru oyrunum.