Føroyameistarar
Sunnudagin spældu hondbóltskvinnurnar úr Vági sín seinsta heimadyst á árinum, tá Stjørnan var á vitjan. Leingi var líkt til, at hetta skuldi verða dysturin, har gullmerkini endaliga skuldu tryggjast, men tá VÍF so snávaði móti Stjørnuni seinasta mikudag, var allur ivi burturbeindur, og ístaðin kundu bæði leikarar og áskoðarar gera seg út til gullveitslu, tá júst Stjørnan kom á vijtan.
Stjørnan hevði annars bronsumerkini hjá sær at stríðast fyri, men tað løgdu vágbingar líka í.
Spenningur í
Og umframt sjálva gullveitsluna, so fingu vágbingar eisini ein spennandi hondbóltsdyst at síggja. Stjørnan stríddist nevnliga alla tíðina fyri sínum møguleika, og tó at VB fyri tað mesta var frammanfyri, so sleptu gestirnir ongan tíð endanum.
Tað gjørdist tó ikki meira enn næstan hjá gestunum. Heimakvinnurnar, sum til dagin vóru ílætnar serligum gullvestum, hildu alla tíðina fast, og tá Gurið Mortensen við fáum sekundum eftir skeyt mál til 25-22, var alt greitt. Stjørnan fekk skorað enn einaferð, men tað munaði lítið. VB er meistari, og vit lata annars myndirnar her á síðuni tala fyri seg.
Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 25-23 (12-11)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 9, Reda Kurkauskiene 8, Gurið Mortensen 4, Laila Jespersen 2, Arnleyð Hjelm 1, Rannvá Augustinussen 1
Stjørnan: Danijela Ercevic 8(3), Natasha Stamenkovic 6(2), Jastrid Gullaksen 3, Bára S. Klakstein 3, Joan M. Joensen 2
Brotskøst: VB 1, Stjørnan 5
Útvísingar: VB 3, Stjørnan 5
Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen.