Hondbóltur
Bæði meistaraliðini hjá VÍF fara í kvøld, mikukvøldið, undir fyrsta heimadystin hetta kappingarárið, og í báðum førum verður mótstøðuliðið StÍF.
Eru favorittar
Lagt verður fyri við kvinnudystinum, og her má heimaliðið metast sum risa stórur favorittur. StÍF hevur higartil tapt báðar sínar dystir í landskappingini, og einki er at ivast í, at meistaraliðið hjá VÍF verður ein dekan ov stórur biti hjá strandingunum.
Hjá monnunum eru vestmenningar somuleiðis favorittar, men hinvegin skal møguleikin fyri einum óvæntaðum úrslitið ikki heilt útilokast her. Flestum kunnugt, so megnaði StÍF at koppa meistarunum í steypafinaluni í fjør, og eisini eydnaðist hetta ta einu ferðina í landskappingini. Bæði liðini hava verið fyri onkrum broyingum hetta kappingarárið, men tað tykist, sum um tað serliga eru vestmenningar, sum hava merkt frágongdina, og verður dysturin tí helst ein góð ábending um, hvussu væl meistararnir eru fyri hetta kappingaráirð.
Tveir í Havn
Í Havn verða somuleiðis tveir dystir leiktir mikukvøldið.
Uppi á Nabb spæla mansliðini hjá H71 og Kyndli, og lítið er at ivast í, at talan her verður um ein spennandi dyst. Hoyvíkingar hava veruliga gjørt seg til hetta kappingarárið, og ivaleyst miða teir eftir einum sessi uppi millum heiðursmerkini. Kyndil prógvaði tó sunnudagin, at hóast stóra frágongd, so eigur liðið at takast í álvara, og tí skulu teir í árstalsfelagnum als ikki roknað við nøkrum løttum dysti.
Í Gundadalshøllini verður dystur millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni. Hesin dystur skuldi upprunaliga verið leiktur hóskvøldið, men hann er nú framskundaður, og er hetta eisini orsøkin til, at spælt verður í Gundadalshøllini. Talan er um tvey av teimum liðum, sum rokna við einum heiðursmerkjaplássi í ár, og vanliga hava dystirnir millum feløgini verið sera tættir, so alt bendir á, at talan eisini her verður um ein spennandi dyst.
Dystirni mikukvøldið eru hesir
1. deild kvinnur
18.30 Vestmanna VÍF-StÍF
18.30 Gundadalsh. Neistin-Stjørnan
1. deild menn
19.00 Nabb H71-Kyndil
19.45 Vestmanna VÍF-H71