Meistararnar eyðmýktir í Fuglafirði

Við kvikum kantum, einum øgiligum áleypara og einum liðavriki av teimum heilt góðu, eydnaðist tað fuglfirðingum at spæla meistararnar út av vøllinum. Eisini hóast teir vóru ein maður færri í meiri enn trý korter

ÍF hevur ikki breiðasta hópin í landinum. Men tá allir mans eru tøkir, er talan um sterkt lið í hevur fleiri streingir at spæla uppá.

Leygardagin vóru tveir mans úti við skaða. Hanus Eliasen og Aleksandar Jovevic. Annars vóru allir mans tøkir. Eisini Rógvi Jacobsen. Við tveimum málum setti hann sín dám á dystin.

Tað sama gjørdi ungi Dánjal á Lakjuni. Maðurin við talinum 14 á bakinum voldi ferð eftir ferð EB/Streymi trupulleikar við sínum øgiliga skjótleika, og tað sama gjørdi Andy Olsen í hinum borðinum.

Í verjupartinum royndust Bartal Eliasen og ikki minst Høgni Zachariassen væl.


Tvey reyð kort

Eisini miðvøllurin var stinnur eftir at Poul Ennigarð varð vístur av vøllinum. Seinna gula kort hansara var ógvusligt, men óheppið, tí neyvan hevði gøtumaðurin ætlað tað so meint, sum tað gjørdist, tá hann kom ov seint við taklingini á Pætur Dam Jacobsen.

Hóast tað var tíðliga í dystinum, kom útvísingin ikki óvæntað.

Fuglfirðingar høvdu tá spælt rímiliga harðligt eina løtu, og Poul Ennigarð hevði sjálvur staðið fyri fleiri fríspørkum.

Útvísingin av Poul Ennigarð var ikki tann einasta, tí stutt fyri leiklok kókaði yvir hjá Alex Jose dos Santos. Eitt ógvusligt fríspark var framt í móti honum. Hesin ÍF’arin átti at fingið gult kort, men Eiler Rasmussen, sum ikki hevði sín allar besta dag, valdi ikki at geva kort fyri hetta.

Hetta fekk sinnið í kók hjá brasiliumanninum, og Eiler Rasmussen fekk eisini at vita, hvat Alex Jose dos Santos helt um hetta. Tískil var hann revsaður fyri sítt ófantaliga orðaval og atburð.

Vinstri vongverjin hjá EB/Streymi gavst tó ikki so, men helt áfram og Eiler Rasmussen hevði ikki annað val, enn at vísa mannin av vøllinum.

Ein beinleiðis tápilig útvísing fyri tápiligan atburð.


Effektivir fuglfirðingar

Útvísingin var ein staðfesting av, at einki riggar hjá EB/Streymi í løtuni. Kjansirnir, teir høvdu, vóru ikki nógvir, men tá vandi var á ferð, var heldur talan um stong út enn stong inn.

Hjá ÍF lá hinvegin væl fyri. Øgiliga effektivir vóru teir. Fyrsti veruligi kjansir teirra var bara hálvur, men Frank Poulsen høgdi til úti frá eftir uppspæl í vinstru, og bólturin sang í meskunum. Hetta var, tá 20 minuttir vóru spældir og fýra minuttir seinni var aftur galið.

Hornaspark varð sent móti fremru stong, har Rógvi Jacobsen stútaði og so var 2-0.

Triðja málið stóð Rógvi Jacobsen eisini fyri, tá hann við einum fínum fluktara staðfesti sigurin. Hetta var stutt inn í seinna hálvleik, og hóast yvirtal var einki at gera hjá EB/Streymi.

Og teir gjørdu heldur ikki tað stóra. Eingin vilji og einki hugflog. Púra óinpirerað! Liðið hevur nú tapt tveir dystir á rað. Báðar ferðir eru trý mál farin í gjøgnum.

Arnbjørn Hansen pyntaði um úrslitið móti dystarenda í Fuglafirði, so samlaða málúrtøkan hjá EB/Streymi teir báðar seinastu dystirnar er 1-6.