Klaksvíkingar rigga í góðum hýri til at fara úr góðveðrinum í Fuglafirði og inn aftur til Klaksvíkar.
Í viðførinum hava teir fyri aðru ferð í eina viku trý stig, sum teir hava vunnið á útivølli. Fyri einari viku síðani leyp einki av, tá ið tað í síðstu løtu eydnaðist at skora sigursmálið til 2-1 í Trongisvági.
Í dag eru fleiri mál í viðførinum. KÍ vann 4-1 ímóti ÍF eftir 2-1 í fyrra hálvleiki.
Lyklaspælararnir í fjør áttu stóran leiklut í málunum. Jóannes Bjartalíð setti hol á eftir fínt uppspæl og sending frá Ísaki Simonsen, og hann økti til 3-1. Tað var við brotssparki, tá ið innskifti Páll A. Klettskarð varð feldur. Páll A. Klettskarð staðfesti 4-1 sigurin, tá ið Ole Erik Midtskogen spældi hann leysan.
Lítla løtu undan steðginum legði liðformaðurin Jákup B. Andreasen KÍ framum 2-1. Tað var eftir, at Milos Budakovic í ÍF málinum hevði hálvbjargað, tá ið Patrik Johannesen royndi seg við frísparki.
Odmar Færø og Deni Pavlovic vóru stinnir í KÍ miðverjuni, Kristian Joensen var tryggur í málinum, og Jóannes K. Danielsen og Ísak Simonsen vóru álopshugaðir vongverjar.
Saman við Jákupi B. Andreasen var Alsessio Hyseni sentralur miðvallari, inntil hann lítla løtu eftir steðgin varð skiftur út við Steinbjørn Olsen.
Ole Erik Midtskogen arbeiddi nógv í álopinum, og hann legði upp til málið, sum Páll A. Klettskarði skoraði.
ÍF legði bragdliga fyri. Heimaliðið stressaði meistararnar frammarlaga á vøllinum, og tað órógvaði KÍ. KÍ hevði takið stóran part av fyrra hálvleiki, men tað var ikki so stórur munur. Uros Stojanov javnaði til 1-1 lítla løtu, eftir at KÍ hevði lagt seg framum. At gestirnir kundu fara til hálvleik við 2-1 leiðslu hevði stóran týdning.
ÍF spældi fyrstu løtuna eftir steðgin við stórum sjálváliti, og tað vóru spentar støður í KÍ brotsteiginum.
At tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku, og at ÍF verjan gjørdi óneyðugt brotsspark bar við sær, at brekkan varð so brøtt, at tað ikki bar til at taka hana.
ÍF – KÍ 1-4 (1-2)
0-1: Jóannes Bjartalíð 26.
1-1: Uros Stojanov 28.
1-2: Jákup B. Andreasen 44.
1-3: Jóannes Bjartalíð br 77.
1-4: Páll A. Klettskarð 84.
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni (Sámal Joensen, 92.), Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard (Gundur E. Petersen, 64.) – Filip Djordjevic, Uros Stojanov
Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen
Gult kort: Karl Løkin, Tóri Nolsøe Olsen, Ari Ó. Ellingsgaard, Hákun Edmundsson
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni (Steinbjørn Olsen, 49.), Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (Páll A. Klettskarð, 69.) – Ole Erik Midtskogen, Patrik Johannesen (Jonn Johannesen, 81.)
Venjari: Mikkjal Thomassen
Gult kort: eingin