Leicester City og Arsenal spældu í kvøld málleysan javnleik á King Power leikvøllinum í Leicester. Sostatt hava bæði liðini fingið sítt fyrsta stig í ár.
Dysturin livdi ikki heilt upp til, at hesi bæði blivu nummar eitt og tvey farna kappingarár. Tað var ikki fyrr enn móti endanum, at ferð kom á spælið. Bæði liðini vildu hava brotsspark, men Mark Clattenburg segði nei hvørja ferð.
Í Arsenal er ónøgd við innkeypini hjá Arsene Wenger, venjara hjá Arsenal. Hann heldur eisini fast í, at spælarar sum Mesut Øzil og aðrir, ið hava verið til EM í summar, ikki spæla frá byrjan fyrstu dystirnir. Tó gjørdi hann eitt undantak við Aaron Ramsey í farnu viku – hann fekk fibur.
Les eisini: Zlatan er flúgvandi
Leicester hevur nú fingið eitt stig í tveimum teimum fyrstu dystunum. Liðið er áleið tað sama sum í fjør, men tað er stórur munur á vónunum fyri kappingarárini, eftir at Leicester púra óvæntað vann Premier League farna kappingarár.
Premier League 2. umfar:
Í gjár:
Manchester United – Southampton 2-0
Í dag:
Stoke – Manchester City 1-4
Burnley – Liverpool 2-0
Swansea – Hull City 0-2
Tottenham – Crystal Palace 1-0
Watford – Chelsea 1-2
West Bromwich – Everton 1-2
Í morgin:
Sunderland – Middlesborough (13:30)
West Ham – Bournemouth (16.00)