Meistararnir søktu Silkeborg og Holst

Undanfarnu fimm dystirnir var Silkeborg farið ósigrað av vøllinum, men tá meistarnir vitjaðu, høvdu Holst og hinir ongan kjans.

 

FCK, sum í farnu viku spældi móti FC Barcelona á Camp Nou, vann uttan stórvegis hóvasták við málum frá Santin, Vingaard og Bolanos. Tað var tó um reppið, at Silkeborg tók øll og alt á bóli eftir bara fimm minuttum, men vælleikandi Wiland stórbjargaði nasku royndini frá Flinta.

 

Christian Lamhauge Holst byrjaði í vinstra borði, men eftir 65. minuttum varð føroyski landsliðsleikarin avloystur.

 

Silkeborg hevur 14 stig eftir 13 dystum - júst sum Esbjerg, ið hevur verri málúrtøku - og er bara eitt stig omanfyri Randers og tvey stig omanfyri AaB, sum eru tey bæði niðastu liðini.

FCK er greitt oddalið og hevur 14 stig fleiri FC Midtjylland, ið er nummar tvey.