Meistararnir snávaðu aftur

B36 stríðist framvegis við at finna stevið, sum gjørdi teir til meistarar í fjør. Tað funnu teir eiheldur sunnudagin, tá ið teir annað vikuskiftið á rað taptu á heimavølli – hesaferð 1-2 ímóti B68

Tað hevur ikki verið tað sama um B36, sum tað var meistaraár teirra í fjør. Teir borðreiða við góðum fót­bólti, men á síðsta triðinginum á vøll­inum eru teir nakað tannleysur og verjan hevur afturvendandi heila­bløðingar. Hetta sama var støð­an sunnudagin, tá ið eitt væl skipað og effektivt B68-lið kom, sá og sigraði.

B68 væl skipað
Tað var B36, sum var omaná fyrstu løtuna, men B68 stóð ógvuliga væl á vøllinum og heimaliðið hevði trupul­leikar við at spæla seg ígjøgnum. Hinvegin vóru toftamenn meiri avgjørdir, tá ið teir vunnu sær bóltin og settu ferð á frameftir.
Bæði liðini høvdu nakrar smá­vegis málmøguleikar og í 26. minutti bragdaði hjá B68. André Olsen legði bóltin væl innfyri, har Ndende setti høvdið á bóltin og umvegis Jonas Flindt Rasmussen fór hann í málið til 1-0 til B68.
B36 varð tvungið til at finna eitt aftursvar, men vegna ógvuliga ivasamt spæl bar hetta als ikki til í fyrra hálvleiki, og kundi B68 tískil fara til hálvleiks á odda 1-0.

Revsaðu meistararnar
Í seinna hálvleiki legði B36 bragdliga fyri og uppskriftin var greið. Teir høvdu sett beina kós ímóti mál­inum, men verjuskipanin hjá B68 helt framvegis tætt og beindi alt, sum fyri kom, av vandaleið.
B68 lúrdi eftir skjótálopum, og umvegis einum av hesum var Christian Høgni Jacobsen um repp­ið at avgera dystin, tá ið hann varð spældur púra leysur. Hann var tó óheppin og rakti á stongina.
Í somu støðu stoytti Christian Høgni saman við B36-málverjanum, Meinhardti Joensen, sum gjørdist skaddur og mátti avloysast av bara 17 ára gamla Jákupi Højgaard.
B36 legði eitt alsamt størri trýst á B68 og í 70. minutti bragdaði. Róaldur Jakobsen tók sakina í egnar hendur, setti tveir mans av og við brotsteigarmarkið beindi hann bóltin eftir jørð í netið til 1-1,
Ímóti dystarenda hevði B36 eitt risa stórt trýst og var tætt við at avgera dystin – eitt nú skeyt Súni Olsen á tvørtræið.
Tað, at B36 vágaði so nógv, kom at kosta teimum. Eftir ein verju­brølara slapp Christian Høgni Jacobsen at renna púra leysur, hann sneiddi málverjan av og beindi bólt­in í málið til 2-1 til B68, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
B36 hevur nú tapt tveir dystir á rað í tykist dragna í oddastríðnum, meðan B68 við triðja sigrinum á rað hevur otað seg upp á eitt deilt fimta pláss.