Meistararnir vóru til reiðar

VÍF slapp ongan tíð at kløkka Tjaldur, og so gjørdist talan um trivaligan stórsigur til meistararnar

Hondbóltur

Fyri viku síðani lat VÍF eitt lítið ávaringarskot av, tá tær eina løtu loyptu hvøkk á steypavinnararnar úr Klaksvík.
Tí var Tjaldur ávarað um, at hóast tær vóru favorittar, so kemur eingin sigur av sær sjálvum, og frá fyrsta bríksli trumlaðu tær VÍF niður.
Ungu genturnar á heimaliðnum sluppu veruliga at royna, hvussu tað er at spæla móti nøkrum av bestu útlendsku spælarunum í føroyskum hondbólti, og bæði Adina Petrea og Cornelia Rimbu dusaðu sær av álvara í VÍF-verjuni, sum eingi vápn tóktist at hava yvirhøvur móti sterku skjúttunum.
Tapið stafðestir støðuna hjá VÍF sum eitt av veikaru liðunum í deildini. Men hinvegin hava tær nú spælt móti teimum báðum liðunum, ið á pappírinum verða roknað sum tey sterkastu, og so er spurningurin, hvussu stórar royndirnar eru, sum eru komnar burtur úr hesum báðum dystunum.

Fakta um dystin
VÍF-Tjaldur 24-40 (7-23)
Málskjúttar
VÍF: Tóra Seloy 6, Liljan Djurhuus 5(1), Rannvá á Rógvu 4, Heidi Joensen 4, Halla Midjord 3, Rakul Joensen 1, Finngerð Jensen 1
Tjaldur: Adina Petrea 12(2), Cornelia Rimbu 11, Marinela Patru 6, Annika Thomsen 5, Sarah Ann B. Thomsen 3, Elinbjørg Hammer 2, Jóhanna í Króki 1
Brotskøst: VÍF 3, Tjaldur 3
Útvísingar: VÍF 1, Tjaldur 6
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen