Meistarnir eru í trongum skóm

Tað er framvegis møguleiki fyri, at niðurflytingin ikki verður avgjørd fyrr enn á síðsta leikdegi

Mikukvøldið var HB í Runavík, og tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku. Úrslitini mikukvøldið lagaðu seg soleiðis, at tað enn er møguleiki fyri, at HB skal flyta niður.
HB kappast við 07 Vestur og B68 um at sleppa undan niðurflytingini.
07 Vestur tapti mikukvøldið 3-2 á heimavølli ímóti meistara­biðlunum í B36, sum vóru frammanfyri 3-0:
– Vit høvdu nógvar ungar menn á liðnum í 2. hálvleiki, tá ið hugburðurin var góður. Vit ætla at byggja víðari á hetta ímóti B68. Í síðsta umfari skulu vit vitja ÍF, sum mikukvøldið slapp undan niðurflytingini. Vit halda, at tað skal bera til at vinna seks stig, og so vóna vit, at tað verður nóg mikið, sigur Hans Jørgensen, málverji hjá 07 Vestur.
Á Toftum harmast teir um 1-0 tapið á heimavølli ímóti ÍF:
– Vit tosaðu um, at hesa ferð skuldu vit ikki fáa mál ímóti okkum beinanvegin, men tað kiksaði. Vit høvdu møguleikar og tóku ikki av. Harvið hava vit einki stig vunnið ímóti ÍF, staðfestir B68 miðvallarin André Olsen.
Hann ásannar, at tað fram­vegis brennur undir B68:
– Vit hava verið óhepnir við skaðum, men vit hava góðan hugburð, og vit ætla at vinna í Sørvági.
Eftir vitjanina í Vágum rundar B68 av á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Trongdir meistarar
HB venjarin, Sigfríður Clementsen, hevði avgjørt ætl­að sær stig í Runavík, men tað eydnaðist ikki. NSÍ vann 2-1:
– Vit høvdu møguleikar, men vit tóku ikki av. Soleiðis hev­ur tað ofta verið fyrr í ár, og soleiðis var tað hesa ferð. Nú skulu vit spæla ímóti KÍ í Gunda­dali. At klaksvíkingar hava tryggjað sær plássið í deildini nýtist ikki at vera fyri­munur fyri okkum. Seinastu tíðina hava vit spælt væl á heimavølli, og tað vóna vit, at vit aftur fara at gera sunnu­dagin, og at tað fer at bera sigurin við sær, sigur HB venj­arin.
Í síðsta umfari skal HB spæla ímóti B36, men sum hjá favorittunum so er hetta ikki enn eitt tema í HB. Fokus er á avbjóðingini ímóti KÍ.