Eirikur Lindenskov
Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður við kinesarar um bygging av einum kombineraðum nótaskipi og trolara til Íslands.
Hóast tað ikki nýtist at vera nøkur stórhending, so er kortini talan um eina søguliga stórhending, tí hetta er tann fyrst byggisáttmálin við Kina yvirhøvur um bygging av fiskiskipi á Skandinaviskum støði - og tað er Maretec meklaravirkið á Argjum, sum hevur fingið sáttmálan í lag.
Byggisáttmálin varð undirskrivaður í Reykjavík Ørn Erlingsson, reiðara í Íslandi og Liaoning Machinery Import & Export Corporation (LMIEC) í Dalian í Kina.
Talan er um bygging av einum sera framkomnum kombineraðum nótaskipi og trolara á einum av teirra nýmótans skipasmiðjum í Kina, og skipið er projekterað- av Skipatækni ehf í Íslandi og Vik & Sandvik í Noreg.
Skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum hevur samstarvað við Ísbú ehf í Reykjavík um sáttmálan.
Fakta um skipið
Skipið, sum byggjast skal, verður 86,30 m langt, 14,00 m breitt og 9,65 m djúpt til fyrsta dekk. Høvuðsmaskin er 4.800 hestakreftir av slagnum Ulstein Bergen Diesel.
Skrúvan er 3.80 m í tvørmát, aksulgeneraturin 2800 KVA, og síðuskrúvurnar framman og aftan eru hvør upp á 880 hestakreftir.
Skipið er sera væl útgjørt við sterkum Ulstein Brattvaag trolspølum, 47 tons til flótitrol, nótaspølum 24 tons, netatrumlum 47 tons, nýmótans kraftblokki og sera sterkum notaleggjara. Harumframt eru fleiri hjálpispøl, kranar, fiskapumpa 20? og onnur nýmótans útgerð við automatikki.
Frystiorkan er til 20 vertical plátufrystarar, sum kunnu frysta 180 tons um samdøgrið.
Á brúnni eru øll nýmótans elektrónisk tól. Øll útgerðin er av vesturlendskum ella japanskum uppruna.
Modellroyndir av skipinum eru gjørdar í Tróndheimi, sum vísa, at skipið kemur at hava eina maksimum ferð upp á 17 míl.
Skipið hevur eina tangalast upp á 1250 cbm við CSW køling og eina frystilast upp á 940 cbm -30 stig celsius.
Tað tekur uml 15 mánaðir at byggja skipið, sum skal verða liðugt til yvirtøku tann 1. november 1999.
Byggikostnaðurin av hesum skipið við allari útgerðini verður umleið 11,5 amerikanskar dollarar.
Ætla at vinna vesturlendksa marknaðin
? Vit eru nú í samráðingum við LMIEC í Kina um bygging av fleiri nótaskipum vð frysting um borð. Somuleiðis eru eisini fyrispurningar um bygging av einum 62 m frystitrolara til Skandinavia, sigur Karl Erik Mortensen frá skipsmeklaravirkinum Maretec.
Kina er í dag triðjastørsta skipasmiðjutjóðin í heiminum næst eftir japan og Suður Korea. Teir vilja fegnir vinna vesturlendska marknaðin við nýmótans fiskiskipum á Skandinaviskum søtði, og er hetta teirra fyrsta roynd í so máta, sigur Karl Erik Mortensen.
Umsetning upp á 14 milliardir krónur
LMIEC er ein risastór fyritøka, sum fevnir um eitt stórt øki frá framleiðslu av skipabygging, risa tangaskipum, serskipum, framleiðislu av ídnaðarvørum, jarnbreytum v. m. til innflutning av flogførum, bilum v. m. Ársumsetningurin hjá fyritøkuni liggur um 14 milliardir krónur.
Eitt dótturfelag hjá LMIEC hevur fiskifyritøkur í Landsynningsásia og í Afrika. Hetta felag hevur áhuga í at keypa gomul fiskiskip úr norðurlondum til nýtslu á hesum økjum.
Tað var Álvur Mortensen, sum skrivaði undir sáttmálan vegna Maretec á Hotel Saga í Íslandi seinnapartin í gjár. Í samband við hesa søguligu hending, varð skipað fyri hátíðarhaldi, og vóru í hesum sambandi fleiri leiðandi stjórar á LMIEC komnir til Íslands við sjálvum aðalstjóranum á odda. Eisin kinesiski sendiharrin í Íslandi var til staðar eins og fiskimálaráðharri Íslands saman við fleiri embætismonnum úr Fiskimálaráðnum.