Meksiko vann skelkandi sigur á Týsklandi

Meksiko vann púra óvæntað á Týsklandi eftir gott avrik.

Ráðandi heimsmeistararnir úr Týsklandi taptu sín fyrsta dyst í HM fyri Meksiko.

Týskland var sum vera man favorittur, men hetta løgdu meksikansku leikararnir einki í. Meksiko hótti í fleiri førum týska málið, og serliga var vongurin, Hirving Lozano eyðsýntur í mongu skjótálopunum.

Eftir 35 minuttir eydnaðist tað eisini Lozano at leggja Meksiko á odda 1-0, tá ið hann fintaði seg framvið týska høgra bakkinum, og setti bóltin flott í netið aftanfyri Manuel Neuer í týska málinum.

 

Hetta tóktist at skelka týsku leikararnir, og teir tóktust ikki sørt ørkymlaðir tað, ið eftir var av fyrra hálvleiki.

 

Í seinni hálvleiki løgdu týskarar eitt alsamt størri trýst á meksikanska málið. Hetta gav eisini góðar møguleikar til Meksiko í mótálopunum, men týskarar sloppu við skrekkinum í fleiri førum.

Tað slapp Meksikanska verjan eisini. Hon stríddist manniliga, og hevði eisini tað hepnið, ið kravdist, tá ið týski Julian Brandt rakti stongina móti dystarenda.

 

Nærri komu týskararnir ikki, og sensasjónin var veruleiki; Meksiko vann 1-0 á týsku heimsmeistarnum.