Amerikanska forsetafrúan, Melania Trump, hóttir við at stevna Hunter Biden fyri yvir eina milliard dollarar.
Tað veit BBC at siga frá.
Sambært miðlinum kemur hóttanin sum svar uppá ein pástand hjá Biden um, at tað var tann seinni avdúkaði kynsbrotsmaðurin Jeffrey Epstein, sum førdi hana og mannin, núverandi amerikanska forsetan, Donald Trump, saman.
Sambært advokatunum lýsir forsetafrúan pástandin sum "falskan, ærumeiðandi og særandi".
Hunter Biden, sum er sonur fyrrverandi forsetan, Joe Biden, segði hetta undir eini samrøðu fyrr í august, har hann fanst at fyrrverandi sambandinum hjá Donald Trump við Epstein.
Teir báðir ríku menninir vóru vinir, men forsetin hevur lýst, hvussu sambandið teirra millum endaði umleið ár 2000, eftir at Epstein vendi sær til starvsfólk á spa-økinum hjá golfklubbanum hjá Trump.
/Ritzau/