Melania Trump: Eg eri mest happaði persónur í heiminum

– Tað er neyðugt, at vit uppdraga børn til at stýra kenslum sínum sosialt, sigur amerikanska forsetafrúan.

 

Amerikanska forsestafrúan, Melania Trump, sigur, at hon kanska er »mest happaði persónur« í heiminum.

 

Hon segði hetta í eini sjónvarpssamrøðu, har hon førdi fram síni »Ver best«-framtak, ein herferð, sum skal eggja børn at fylgja sínum egnu persónligu málum.

 

Ummælarar hava lagt dent á, at maður hennara, Donald Trump forseti regluliga happar fólk fyri útsjónd og fyri tað, hann heldur er tørvur upp á gávur upp á talent ella gløggskygni.

 

– Eg kundi sagt, at eg eri tann mest happaði persónur í heiminum, sigur Melania Trump í samrøðu í »Good Morning America«,  sum varð send hósdagin.

 

Hon sigur, at »Be Best« herferð hennara vendir sær ímóti sosialum miðlum og atferð á internetinum, tí tað erin ein partur av tí, »sum fólk siga um meg«.

 

– Tað er neyðugt, at vit uppala børn til at stýra kenslum sínum sosialt, so tey megna at handfara slíkar trupulleikar, tá tey verða vaksin, sigur hon.

 

Amerikanska forsetafrúan sigur eisini, at tað eru persónar í Hvítu Húsunum, sum hon og forsetin ikki kunnu líta á. Hon nevnir eingi nøvn, men hon sigur, at maðurin hennara veit, hvørji tey eru.

 

– Well, tað eru eisini nakrir persónar, sum ikki arbeiða har longur, sigur hon.

 

Spurd um persónar, sum tú ikki kanst líta á, arbeiða í Hvítu Húsunum, svarar hon:

 

– Ja.

 

Trump-umsitingin er nakað skakað av, at eini áleypandi grein í einum blað, har republikanski forsetin verður harliga kritiseraður av einum høgtstandi, ókensum persónu í starvsliði sínum.

 

Samrøðan við Melaniu Trump, sum fór fram undir vitjan hennara í Afrika, verður send í fullari longd í morgin á amerikansku sjónvarpsstøðini ABC.

 

Melania Trump vitjaði á ferð síni í Afrika Gana, Malawi, Kenya og at enda í Egyptalandi.

 

/ritzau/AP