Eitt hugnakvøld ella veitslukvøld í einum privathúsum í Klaksvík í nátt fekk ein heldur ódámligan enda, tá ið verturin seint í nátt ringdi til løgregluna og meldaði, at ein av gestunum hevði stolið heilar 7000 krónur frá honum. Løgreglan kannaði málið og illgruni var til ein ávísan gest, men tað var ongul í reyv, tí onki bendi á, at tað var viðkomandi.
Hinvegin hevur arbeiðið hjá løgregluni í nátt verið sama sjabbið sum at kalla hvørt einasta vikuskifti og tað er at baksast við full fólk.
Í hesum sambandi hevur løgreglan tikið nógv fólk upp, men tey eru øll koyrd til húsa, tann seinasti varð koyrdur til húsa fyri lítlari løtu síðani.
Annars vóru vegirnir í Havn og aðrastaðni við, sum flundrubak í nátt, so bilarnir máttu koyra serstakliga varliga.
Men onkur einstøk ferðsluóhapp vóru kortini, men tað hendi bara smávegis skrokkskaðar.
Men ein bilførari norðanfyri kom illa fyri, tá ið ein seyður viltist inn á vegin. Hann vildi ikki koyra á seyðin og fór tíansheldur útav, men heldur ikki í hesum føri hendi stórvegis skaði.