Meldurhvirlur í USA

Í minsta lagi fimm fólk eru deyð av meldurhvirlum í amerikanska statinum Oklahoma. Myndugleikarnir siga, at meldurhvirlurnar oyðiløgdu fleiri hús og bilar. Harafturat vóru grov kavaæl við heglingi sum tennisbóltar.

Nógvastaðni fór streymurin, og 37.000 hús mistu streymin.

Eitt skifti noyddust myndugleikarnir at stongja motorveg nummar 40, sum er høvuðsvegur millum eystara og vestara part av USA, og tað elvdi til langar bíðirøðir, skrivar AP.