Danir eru í øðini um vinnaralagið av Melodi Grand Prixinum í gjár. Ummælarar halda, at sangurin mest sum er eitt avrit av gamla klassikaranum hjá Sting ?Every Breath You Take?. Vinnararnir av danska Melodi Grand Prixinum í gjár gjørdist Chanée og N?evergreen, sum framførdu lagið ?In A Moment Like This?. Danskir ummælarar eru nú í øðini um, at sangurin mest sum er eitt avrit av lagnum hjá Sting ?Every Breath You Take?.
Í øllum førum siga fleiri ummælarar, at svenski sangskrivarin handan lagið hjá Chanée og N?evergreen hevur havt ein klassikara í bakhøvdinum, tá ið hann skrivaði lagið til teirra.
Fleiri vísa á, at líkheitin millum lagið hjá Sting og vinnaralagið hetta kvøldið er sera stór, fyri ikki at siga illgrunasom.
-Okkara lag er eitt popp/rokk í 95 BPM, altso ein ballada við høgum tempoði, sum minnir eitt sindur um The Police, Tina Turner og ABBA ? sum kanska ikki er so løgið, tá ið sangskrivararnir eru svenskir hittmakarar, sigur Thomas N?evergreen.