Prinsessa Alexandra og prins Joachim skulu skiljast. Hetta varð fráboðað á einum tíðindafundi hósmorgunin kl 10.30 føroyska tíð.
Orsøkin til skilnaðin varð ikki umrødd, men sagt varð, at hetta var ein avgerð, sum varð tikin í sátt og semju.
Varðveitur tittulin
Kongshúsið hevur gjørt av, at Alexandra framhaldandi skal hava tittulin : Hendes Højhed prinsesse Alexandra.
Hon fer fyribils at búgva í stóru íbúðini hjá parinum, sum er á Amalienborg, har hon eisini fer at hava synirnar Nicolaj, sum er fimm ár, og Felix, sum er tvey ár.
Joachim prinsur fer framhaldandi at búgva á Schalkenborg slottið, har parið higartil hevur búð.
Á tíðindafundinum varð eisini boðað frá, at foreldramynduleikin yvir smáu prinsunum verður felags, og allar avgerðir, sum viðkoma framtíð teirra, verða tiknar av báðum foreldrunum.
Drotning Margreta og Heindrikur prinsur boðaðu frá, at tey fara at stuðla og hjálpa soninum og verdóttrini so væl, sum yvirhøvur gjørligt.
Skaða umdømið
Prinsessa Alexandra hevur verið ómetaliga vælumtókt ímillum danska fólki, og eftir brúdleypið í 1995, vaks áhugin fyri kongshúsinum munandi ímillum danska fólki.
Hon hevur ofta verið skýrd at vera »hin danska Diana«, sum ikki sigur so lítið. Men hon hevur hinvegin eisini nakrar av somu eginleikunum, sum Diana prinsessa vísti.
Alexandra hevur, síðani hon fekk tittulin prinsessa, verið við í óteljandi upplatingum av bæði sjúkrahúsum, barnagørðum, søvnum o.s..fr. Hon hevur verið talsfólk fyri fleiri grunnar, og verið við í sera nógvum vælgerandi endamálum.
Spurningurin er longu byrjaður at ljóðað, hvørt hetta man fara at skaða umdømið hjá danska kongshúsinum, sum altíð hevur staðið sera sterkt í mun til hini kongshúsini.
Vit kunnu taka enska kongshúsið, sum hevur sæð skandalu eftir skandalu, og sum nú eisini hevur mist ein stóran part av stuðlinum ímillum fólki.
Svenska kongshúsið hevur eisini fingið nógva, vánaliga umtalu í seinastuni, og listin av fallandi kongshúsum er langur.
Tey kongaligu skulu jú vera symbol, tey skulu hava ein ávísan status, og tey skulu allarhelst sveima nakað yvir vanligu borgarunum.
Men við skilnaðinum, byrjar hendan ímyndin at krakkelera, og spurningurin er, hvussu hetta fer at ávirka danska kongshúsið í framtíðini.