Fyrr í vikuni visti danski veðurstovnurin - www.dmi.dk - at siga, at útlit vóru til torusláttur kring Føroyar. Soleiðis var í veðurforsagnum, galdandi fyri bæði mikudagin og hósdagin í vikuni.
Ymiskt er, sum fólk leggja í toruna, og tað eru tey, sum ynskja hana, har piparið grør.
Tað var hin 15. september í ár, at toran rættiliga gjørdi um seg á Viðareiði og oyðilegði el-innleggingar og húsarhaldstól í eini tjúgu húsum í bygdini. Tað er eisini á Viðareiði, at sjómansskúlalærarin og veðurkøni, Hanus Kjølbro, býr.
- Jú, tað eru fleiri, sum eru órogvað, tá toran gongur, og tað eru nógv sum ringja og spyrja seg fyri um toruna. Ikki fyri at diskriminera kvinnur, men tað eru serliga kvinnur sum ringja. Eg ivist onga løtu í, at onkrir menn eisini eru bebbaræddir um toruna, men teir halda seg aftur í at ringja, sigur Hanus Kjølbro brosandi.
Hann vísir á, at Føroyar vanliga ikki vera so hart raktar av toruni, at snarljós slær niður og ger skaða á fólk og fæ. Hinvegin eru hendingar úti í heimi, har toran hevur sligið niður og hevur gjørt skaða á fólk - og enntá á fleiri fólk um somu leiðir.
- Vit fáa torusláttur, tá luftin er ógvuliga óstøðug - ella, tá luftin hevur lætt við at koppa sær á og fara sendandi uppeftir. Sannlíkindini fyri toru kann vera, tá køld luft kemur til eitt heitari stað, sum í hesum førinum er Føroyar.
Hanus Kjølbro vísir á, at størsti parturin av toruslátri gongur fyri seg inni í skýggjum - frá fótinum á skýnum og upp í toppin av skýnum ella ímillum tvey skýggj.
- Eg haldi, at eini 70 prosent av øllum toruslátri gongur fyri seg millum land og skýggj. Tí kunnu vit einfalt siga, at størsti parturin gongur fyri seg uppi í luftini.
Hanus Kjølbro sigur, at sannlíkindi fyri, at toran slær niður og ger skaða er ógvuliga lítil.
- Sannlíkindini fyri, at fólk verða rakt og fáa skaða er sjálvandi uppaftur minni - ja, eg vil siga, at møguleikin er forsvinnandi lítil. Men, sjálvandi, møguleikin er til steðar.
Hann vísir á, at høgu fjøllini í Føroyum taka bróðurpartin, tá toran gongur - og kanska gott og væl tað, men inn ímillum eru undantøk, soleiðis sum vit hava upplivað tað.
- Eg haldi ikki, at okkum nýtist at vera serliga bangin fyri toruni í Føroyum, er niðurstøðan hjá Hanusi Kjølbro.