Enn hevur 07 Vestur ein matematiskan møguleika at yvirliva í effodeildini, men tað sær sera torført út aftaná 0-3 ósigurin ímóti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi í kvøld. Seks stig eru upp til TB/FCS/Royn nú bert 12 stig eru eftir at spæla um.
- Menn hugdu fótbólt og spældu ikki fótbólt. So bersøgin er 07 Vestur-høvuðsvenjarin, Trygvi Mortensen um avrikið hjá sínum monnum: - Vit vóru slettis ikki til staðar í kvøld.
Nú hevur 07 Vestur tríggjar heimadystir á rað ímóti B36, NSÍ og TB/FCS/Royn, og Trygvi Mortensen er greiður yvir, at nú mugu sigrar til fyri at koma uppum niðurflytingarstrikuna. Hann slær fast, at so leingi møguleikin er har, so fer 07 Vestur at stríðast fyri honum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Trygva Mortensen á Rás2.