Í dag er næst seinasti dagur í august, og vit eru í bestu nátatíð. Higartil hevur viðrað rættiliga væl, og kring landið verður sagt frá nógvum fugli.
Nógvastaðni verður gjørt burtur úr at taka nátungar á sjónum. Tað eru fleiri, sum taka til húsbrúks, og so eru tað aðrir, sum taka so mikið, at teir kunnu selja ein part av veiðini.
Frætt er um heilt góðar nátadagar hjá monnum norðan fyri, sum hava stutt út á góðu fuglaleiðirnar. Men, tað eru eisini aðrir, sum liggja eitt sindur minni høgliga fyri, ið lata væl at.
Leygardagin fekk ein bátur úr Nólsoy 422 nátungar. Teir vóru longu leiðina norðuri úr Enniberg, men hetta var skjóttgangandi bátur. Teir, sum eru á nátaveiði við hesum bátinum úr Nólsoy, hava higartil fingið einar 1000 til 1100 fuglar.
Úr Skopun frættist í dag, at har hava menn eisini fingið nógvan fugl, og seinasta fríggjadag hevði ein bátur 410 nátungar. Sami bátur úr Skopun hevur verið fýra dagar á nátaveiði, og teir hava higartil fingið 1060 fuglar.
Stutt eftir miðdag í dag høvdu við ein av skopuningunum í telefonini, og tá høvdu teir fingið 100.
- Tað er heldur frískligt í dag. Hann er útsynningur í ættini, og tað er nógvur fuglur sum flýgur, søgdu teir á bátinum úr Skopun.
Nátatíðin er ikki meira enn hálvrunnin enn, og tí er væntandi, at nógvur fuglur enn kann fáast á sjónum, um góða veðrið heldur sær.
##med2##