Á Two Oceans Marathon í suðurafrikanska býnum Cape Town varð fyri stuttum avdúkað, at tveir mannligir rennarar vóru meldaðir til hálvmaraton hjá kvinnum vegna tveir kvinnuligar luttakarar.
Teir komu enntá upp í topp 10, áðrenn teir vórðu avdúkaðir, skrivar tíðindastovan AP.
Illgrunin kom, tá myndir á sosialu miðlunum vístu ein rennara við startnummari, sum bar navn á kvinnu.
Báðir menninir vórðu eftirfylgjandi diskvalifiseraðir, og røttu kvinnuligu rennararnir fingu plássini aftur.
Fyrireikararnir kalla umbýti av byrjanarnummum bæði óetiskt og váðamikið, tí tað kann elva til trupulleikar í neyðstøðum.
Sambært rennileiðsluni hava tær báðar kvinnurnar biðið um umbering fyri hendingina. Onnur sigur, at hon lat nummarið frá sær orsakað av mjaðmartrupulleikum.
Øll fýra, sum eru við, fáa nú upp til tvey ára forboð frá høgt mettu kappingini í Suðurafrika.
/Ritzau/











