Menn veikara kynið

Maðurin er veikara kynið í Norðurlondum í dag, og kvinnurnar eru supersterkar. Tað er niðurstøðan av evnistinginum “Kvinnan í Norðurlondum”, sum varð hildið á bókamessuni Bok & bibliotek leygardagin.

Kvinnumyndin í norðurlendskum bókmentum var høvuðsevni, tá ið rithøvundarnir Auður Jónsdóttir úr Íslandi, Astrid Saalbach úr Danmark og Anne B. Ragde úr Norra, ið allar nýliga hava givið út skaldsøgur um nýtíðar kvinnur í Norðurlondum, skiftu orð um júst hetta. Svenski rithøvundurin Ulrika Knutson var orðstýrari og luttók eisini í kjakinum.

 

Hóast sjónarmiðini hjá teimum fýra vóru bæði mong og ymisk, so vóru tær kortini samdar um, at kvinnan í norðurlendskum bókmentum í dag er so sterk, at menn eru vorðnir hitt veikara kynið. Serliga fanst danska Astrid Saalbach at ráðandi kvinnumyndini í norðurlendsku bókmentunum í dag:

 

- Kvinnurnar tykjast at halda, at javnstøða bert kann vinnast gjøgnum lóggávu, segði Astrid Saalbach. - Vit uppfinna lógir, sum kunnu jarðleggja ein mann fyri lítið og onki. Vit hava gloymt, at vit eru lívfrøðiligir skapningar, sum mugu taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, uttan at lóggáva skal til hvørja ferð, segði hon og legði afturat, at okkurt má vera gingið fullkomiliga galið kynjanna millum, tá ið so er.

 

Skaldsøga hennara “Fingeren i flammen” frá 2005 snýr seg júst um, hvussu álvarsligar avleiðingar ein ákæra um kynsliga forfylging kann fáa.