Menning setir krøv til nýggjan hugburð í heilsuverki

-Arbeiðsbólkur er settur at lýsa viðurskiftini í sjúkrahús- og heilsuverkinum sum heild at gera eina strategiætlan fyri, hvussu samstarv og annað kann skipast í framtíðini, soleiðis at vit fá so nógv sum møguligt fyri játtaða peningin og at vit gagnnýta høli, útgerð og annað optimalt segði Bill Justinussen, landsstýrismaður á pallborðsfundi í vikuskiftinum

Ráðstevna

Ikki færri enn trý landsstýrisfólk vóru við til pallborðsfund, sum felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum skipaði fyri í Norðurlandahúsinum leygardagin. Teir vóru Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna í mentamálum, Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum.

Bill Justinuussen vísti í sínum innleggi á, at tað hevur eydnast at fáa eina útbúgvingarskipan á heilsuøkinum, sum eisini er eitt vegamót. Viðvíkjandi sjúkrarøktarsfrøðingum eru vit í øllum førum enn í tí hepnu støðu, at vit klára so nøkunlunda at fyljga við tá talan er um loypandi at útbúgva fólk til hesi størv. Enn eru við í øllum førum betur stillað á hesum øki enn nógv av grannalondum okkara men tøknilig menning og øktir viðgerðarmøguleikar føra til øktan tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, læknum og heilsustarvsfólkum.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum gjørdi vart við, at útbúgvingarpolitikkurin má tó ikki bert miðja ímóti at útbúgva nýggj fólk, men eisini veita eftir- og víðari útbúgvingarmøguleikar. Nógv okkara hava tað soleiðis, at vit ræðast nýmótans tøkni í ávísan mun og oftani kann tað tykjast møtimikið at skula læra um slíka tøkni. Givið er tó, at eins og á øllum øðrum økjum, so er eisini neyðugt fyri sjúkrarøktarfakið at fylgja við gongdini og at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum nýggja tøknin setir. Hóast hesa gongd, so eiga vit kortini ongantíð at gloyma, at tað skulu vera vit, sum stýra tøknini og ikki umvent, og tøknin kann heldur ikki gera alt. Tann umsorgan og tann menniskjaligi leikluturin, sum altíð hevur verið ein partur av sjúkrarøtkini kemur ongantíð at hvørva.

Psykiatriøkið
Bill Justinussen sannaði á fundinum, at psykiatriøkið er eitt av økjunum innan heilsuverkið, sum í stóran mun er forsømt. Karmarnir, sum sjúklingar hava fingið í boði á hesum øki hava langt frá verið nøktandi. Sjúklingarnir og teirra viðurskifti eiga sjálvandi at verða miðdepilin á einum hvørjum øki innan heilsuverkið. Men hann sannaði eisini, at eins og fyri øll onnur arbeiðspláss, so er sjávlandi eisini fyri neyðini at skapa trivnað á hesum slagnum av arbeiðsplássum. Hann segði seg væl skilja, at tær umstøður, sum verða bodnar á psykiatriska økinum sum arbeiðpláss ikki eru serliga lokkandi fyri starvsfólk og sannaði, at tað hevur verið trupult at varðveita nóg mikið av tí kvalifiseraðu arbeiðsmegini á økinum. Hann helt tað tí vera gleðiligt, at vit á hesum øki eru komin til eitt annað vegmót. Hann vísti víðari á, at tað fyri nøkrum árum síðani var gjørt eitt álit um framtíðar psykiatri, sum tað umsíðir er eydnast at fáa sett pening av til men ásannaði, at henda játtan loysir ikki allar trupulleikar frá einum degi til annan men hon er ein byrjan, sum letur upp fyri nøkrum møguleikum, sum vit hava biðið m.a. starvsfólk á økinum um at koma við hugskotum til. Tá talan er um sjálva økispsykiatriina er tankin, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa ein avgerandi leiklut.

Landssjúkrahúsið
Landsstýrismaðurin nevndi eisini nýggja bygnaðin á Landssjúkrahúsinum, sum hann metti vera eitt stórt stig, ið verður til gagn og gleði fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. ?Sjálvur trúgvi eg, at hetta fer at vísa seg at vera eitt sera týðandi vegamót fyri Landssjúkrahúsið. Ikki bert tað at fáa ein nýggjan bygning, men eg vóni og vænti eisini, at ringvirkningarnir av hesum eisini fara at vísa seg við uppaftur betri trivnaði á Landssjúkrahúsinum sum arbeiðspláss. Hann kundi staðfesta ein sera góðan trivnað og samanhald á t.d. Suðuroyar sjúkrahusi eftir at tað var nútímansgjørt og útbygt, og kendi hann seg sannførdan um, at hetta eisini var orsakað av at arbeiðsumstøðurnar eru góðar.

Samstarv
Bill Justinussen nam eisini við samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini og segði, at uttan mun til um vit vilja tað ella ikki, so er ávirkanin uttanífrá so sanniliga við til at mynda ta leið, sum heilsuverkið stýrir eftir inn í framtíðina. Landsstýrismaðurin vísti á, at tað var hansara politiski aðalsetningur at royna at víðka um samstarvið millum tey trý sjúkrahúsini. Tey høvdu í farnari tíð sínar høvuðsuppgávur í nærumhvørivinum og vóru við til at veita tryggleika fyri tey ymsu økini í landinum. ?Men við árunum er nógv hent á bæði samferðsluøkinum, á samskiftisøkinum, á heilsutøkniliga økinum, sum ger, at møguleikarnir hjá sjúkrahúsunum at veita heilsutænastur røkk longur enn bert til nærumhvørvið. Um fá ár verða munandi batar framdir innan samferðsluna til bæði Suðuroynna og Norðoyggjar, tá nýggja suðuroyarferjan kemur í sigling, og tá fast samband verður um Leirvíksfjørð. Harumframt eru samferðslumøguleikarnir til útlond eisini nógv mentir seinnu árini. Flogið verður til bæði Noregs, Onglands, Íslands og Danmark.

Landsstýrismaðurin metti tað vera avgerandi neyðugt, at tað støðugt verður arbeitt við at tillaga føroyska sjúkrahúsverkið og heilsuverkið annars, fyri framhaldandi at kunna tryggja føroyingum nøktandi heilsutænastur á so nógvum økjum sum møguligt. Talan er bæði um tillaging av viðurskiftum innanhýsis á teimum trimum sjúkrahúsunum, millum sjúkrahúsini, millum sjúkrahúsini og primera heilsusektorin, og millum sjúkrahúsverkið og viðgerðarstøð uttanlands.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at hesar sannroyndir eru eisini orsøk til, at settur er ein arbeiðsbólkur at lýsa viðurskiftini og gera eina strategiætlan fyri hvussu samstarv og annað kann skipast í framtíðini, soleiðis at vit fá so nógv sum møguligt fyri játtaða peningin og at vit gagnnýta høli, útgerð og annað optimalt. Tí tað vil í longdini verða til frama fyri bæði sjúklingar og starvsfólk.