Menniskjað og myndahøggarin Hans Pauli Olsen

Í hansara list er menniskjað miðpunktið í tilveruni, lívinum, kroppinum, kenslunum, sálini, lívsroyndunum og lagnuni. Hans Pauli avmyndar menniskjuni, sum hann sær tey. Tann nakni mannakroppurin er eitt vakurt landslag, skapt av Guds hond. Vit koma nakin til verðina og fara nakin aftur í kistuna. Hans Pauli blandar naturalistiska impressionismu við modernistisk avantgardistisk hugskot og henda blandin er sera áhugaverd og original

Teir tríggir Olsen brøðurnir, Torbjørn, sum er málari, Marius, sum er grafikari, og Hans Pauli, sum er myndahøggari, teljast allir millum tey størstu listafólkini, vit hava havt í Føroyum. Gud viti hvør ella hvat tað er, sum hevur givið hesum beiggjunum stór listarlig evnir í dópsgávu, sum kemur at ríka okkum føroyingar møguliga til allar tíðir. Og hvussu nógv fáa Torbjørn, Hans Pauli og Marius á føroysku fíggjarlógini, ella á fíggjarlógini hjá Tórshavnar kommunu? Ikki eitt oyra. Okey, Tórshavnar kommuna hevur reist fleiri standmyndir hjá Hans Paula og tøkk fái teir fyri tað.
Men tey flestu stóru listafólkini, skaldini, tónleikararnir og sjónleikararnir eru blóðfátøk og tað líkist svartasta ongum. Listin, skaldskapurin, tónleikurin, sjónleikurin eru hjartað, sálin og heilin í samfelagnum. Tað er tað einasta, sum hevur varandi virði í samfelagnum. Politikarar, brúkið meiri pengar uppá list, skaldskap, tónleik, sjónleik. Tað eru nógvir pengar í mentan, brúkið 500 milliónir krónur uppá mentan um árið. Takk! Heldur tað enn at brúka 100 tals milliónir uppá eitt ljótt fótbóltsstadion. Tórbjørn segði, at fótbóltur er tann býttasta religiónin, sum er til í verðini. Tóroddur segði fótbóltur, hasi rópini har, hatta er fasisma, tað skuldi verið forboðið. Fótbóltur er platt undirhald, fótbóltsspælararnir eru líka stór nullir sum bóltarnir, teir renna eftir. Teir flestu føroyingar eru blindir, fylla seg við undirhaldi, plattum undirhaldspoppi og countrymusikki, fótbólti, sjónvarpi, bingo og øðrum líkasælum innihaldsleysum tómum undirhaldi.
Torbjørn Jacobsen er tann einasti mentamálaráðharrin, sum hevur gjørt ein innsats fyri mentanina í Føroyum, og hann bleiv sjálvandi noyddur at fara frá.
Menniskjað miðpunktið
Ná, aftur til Hans Paula. Í hansara list er menniskjað miðpunktið í tilveruni, lívinum, kroppinum, kenslunum, sálini, lívsroyndunum, lagnuni osfr. Hans Pauli avmyndar menniskjuni, sum hann sær tey. At fáa tað at líkjast er ongin trupulleiki, og Hans Pauli avmyndar fólkini nakin sum oftast. Tann nakni mannakroppurin er eitt vakurt landslag, skapt av Guds hond. Vit koma nakin til verðina og fara nakin aftur í kistuna. Hans Pauli blandar naturalistiska impressionismu við modernistisk avantgardistisk hugskot og henda blandin er sera áhugaverd og original.
Sum handverkari er hann eins og Torbjørn og Marius sera virtuosur tekniskt. Vit síggja eina standmynd av konuni Hjørdis Haack, sum eisini er eitt stórt listafólk. Hon er sum kvinna guddommiliga vøkur og at Hans Pauli hevur sterkar kenslur fyri henni, sæst alt fyri eitt. Hjørdis er paradísið hjá Hans Paula, í kærleikanum, sálini, hjartanum og sjálvandi eisini sexuelt. Hjørdis hyggur við sínum vakra eygnabrái út í verðina, hon søkir tað poetiska, tað vakra í lívinum og tilveruni, og ignorerar tað myrka og ljóta. Tað geri eg ikki. Aftan fyri hana er eitt leirfjall. Hetta kann vera eitt symbol uppá kærleikan millum tey bæði, so sterkur sum kletturin eftir øllum at døma, og so síggja vit profilin hjá Hans Paula álvarsamur og sterkur, sum ein skuggi, og Hjørdis følir seg varda. Skuggaprofilurin hjá Hans Paula og umvent kompositiónin er eisini sera einføld og sannførandi.
Avdúkar seg sjálvan
Spegilsmynd kallast ein stór standmynd. Vit síggja eina kvinnu, sum er upp á vegin, andlitsbráið er álvarsamt, sum hon óttast fyri at seta eitt nýtt lív í okkara verð, sum upp á mangar mátar er alt ov ónd. Hvat fyri lagnu hetta barnið fær, vita vit ikki, ljóta ella góða. Vit síggja hennara spegil, sum symboliserar undirgang og so fjallið. Men ein vanlig kvinna føðir eftir 9 mánaðir, meðan henda kvinna aldrin føðir, men verður verandi tjúkk og verður standandi, eisini langt eftir bæði modellin og listamaðurin eru farin úr hesi verð.
Sum áður nevnt er mannakroppurin eitt meistaraverk skapt av Guds hond. Kroppurin er húð, bein og væta. Nógv listafólk hava ígjøgnum allar tíðir avmyndað menniskjakroppin, kenslurnar, sálina, tankarnar, upplivingarnar og lívsroyndirnar, og eisini Hans Pauli.
Vit síggja eina sjálvsmynd í leiri og sum tann fyrsti listamaðurin í Føroyum torir Hans Pauli at avdúka seg fullkomiliga naknan sum Skaparin hevur skapt hann við berum murti og øllum. Andlitsbráið er eitt sindur óhugnaligt og makaburt. Hann dyrkar seg sjálvan, er upptikin av síni egnu listaverð, í hondini hevur hann tveir leirklumpar. Vit fara øll í eina kistu niður í moldina at búgva, men trø og plantur vaksa eisini úr moldini og úr leirinum. Somuleiðis standmynd-irnar hjá Hans Paula og mongum øðrum myndahøggarum.
Ein onnur stór standmynd, sum stendur uttan fyri Listaskálan. Niðast síggja vit lista-mannin Hans Paula. Hann situr niðri, vit síggja vælskaptu beinini og hann blundar og er í eini innanívendari meditativum sinnisstemningi. Hann hvílir í sær sjálvum og trívist í sínum einsemi. Aftan fyri hann síggja vit eitt stórt berg, sum er formað sum eitt yvirvaksið skuggabein og eina hond. Ovast uppi síggja vit ein lítlan figur, dynamikkurin millum lítla figurin ovast uppi og stóru sjálvsmyndina er einastandandi og somuleiðis tann ørandi hæddarkenslan. Eitt meistaraverk, sum inniheldur nógva djúpa psykologi og filosofi hjá menniskjanum.
Krossfesting
Ein onnur stór standmynd, ið stendur uttan fyri Listaskálan, er um sjálvmorð sum eitt slag av krossfesting. Jesus varð krossfestur, men eisini tey fólkini, sum verða krossfest av nógvum mótgangi, líðingum og depressiónum og ikki orka at liva og taka seg av døgum, og øll tey, sum eru blóðfátøk og hungra, tey eru eisini krossfest av lívinum og tilveruni, men Hans Pauli hevur sagt mær, at henda standmynd eisini handlar um at offra seg fyri listini. Fleiri listafólk av øllum slagi hava tikið lívið av sær, eisini í Føroyum. Ein sera sterk standmynd.
Í fleiri av standmyndunum hjá Hans Paula hevur hann verið upptikin av skugganum, sum øll fólk hava ein av. Vendur tú tær vekk frá sólini, so sært tú bert tín egna skugga. Skuggin er symbol uppá deyðan og skuggin fylgir tær restina av lívinum. Skuggin symboliserar eisini undirgang, nevniliga at um man letur myrkrið í sálini fáa yvirvág, so gongur man til grundar, og tað gera nógv tíverri. Mong menniskju finna ikki kærleikan, tíverri.
Brøðurnir
Hans Pauli hevur gjørt fleiri portrett og eitt tað besta er av yngra beiggjanum Mariusi. Hann er eisini sum áður nevnt ein stórur listamaður. Hetta er ein klókur maður, sum hevur lisið nógv um religión, filosofi, skaldskap, men hann er, sigur hann, ateistur. Hann hevur upplivað nógv og trívst best í skuggasíðuni í samfelagnum, og hann hevur livað eitt farligt lív. Eitt dapurt filosofiskt, mystiskt, men eisini eitt følsamt og árvakið úttrykk er í eygnabránum. Hann hevur eitt temperamentsfult og partvíst vanskiligt sinnalag, men hann hevur eisini fingið givið og fingið nógvan kærleika og er eisini brendur av líðingum og er harvið blivin djúpari sum listamaður og menniskja. Eitt sera væleydnað portrett.
Portrettbustan av bróðrinum Bjarna er eisini væleydnað og somuleiðis portrettbustin av Torbjørn. Hann er eitt tigandi, stilt og følsamt menniskja, men viðhvørt vaknar bjørnin í honum og ger ein temperamentsfullan vørr. Hann dyrkar sítt einsemi og livir í síni egnu listaverð. Og so er eitt portrett í tveimum, tað er Hans Pauli og konan Hjørdis. Hans Pauli hvílir sítt troytta, heldur dapra og álvarstunga høvd á bringuni á konuni Hjørdis. Tey síggja bæði eitt sindur forpínd út. Tey eru eitt sindur troytt eftir ein langan dag, har tey hava tænt listini í hvør sínum einsemi. Tey hava funnið hvønn annan, men eru kortini upptikin av at tæna listini í hvør sínum einsemi.
Ert tú einsamallur, so kemur tú at fáa stórt selskap umsíðir, skrivar ein svenskur yrkjari, og øll list, skaldskapur, tónleikur verður skapað úr einseminum.
Á eini aðrari standmynd síggja vit avprentið av nakna kroppinum hjá listamanninum.
Fiduslist?
Ein onnur portrettmynd er av listamanninum og fyrrverandi savnsstjóranum í Listaskálanum, Bárður Jákupsson, sum hevur stuðlað mær og Olsen beiggjunum øgiliga væl. Hetta er ein klókur og vællisin maður. Hann hevur eina sterka psyko, hann sær álvarsligur út, men hann hevur verið í eitt sindur ringum lagi, tá ið Hans Pauli hevur avmyndað hann. Tað er heilt givið, at hesin maðurin hevur nógvar fíggindar og hann hatar fiduslist, tað geri eg eisini. Fleiri av teimum kendu væletableraðu listamonnunum í Føroyum eru fidusmenn, bert 10% av tí, sum verður skapt av list í Føroyum og aðrastaðni við, kemur at halda, ella er tað 1%, eg veit ikki rættiliga.
Og so er tað traðarmaðurin. Hann heldur einum stórum steini, tað skal ein sterkur maður at lyfta ein tílíkan stóran stein. Steinurin sigur einki. Hann er tigandi og somuleiðis er maðurin, men hví hann hevur kamoflerað greiðirnar í neðra, tað skilji eg ikki rættiliga.
Mær dámar ikki Nólsoyar Páll standmyndina, hann líkist einum psykopatiskum fasisti og kompositiónin er rótut, fungerar slettis ikki.
Og so koma vit til standmyndina av kapitalistinum Jógvani Kjølbro sála. Hann setti nógv virksemi í gongd og skapti nógv arbeiðspláss, men sum allir aðrir kapitalistar, so stjól hann seg feitan og ríkan uppá bekostning av arbeiðsfólkinum hjá honum. Eg hati allar kapitalistar og kapitalismuna. Nøkur fá undantøk eru, sum hava stuðlað mær persónliga. Kapitalisman skal útruddast við harðari hond og eg ætli mær at forfylgja kapitalismuni restina av lívinum við mínum hvassa penni og míni list.
Tá Jesus kemur aftur verða fasisman og kapitalisman útruddað og religiøst kommunistiskt anarki verður um alla jørðina. Ognarrætturin verður avtikin. Verðin verður ein o.s.v. Og sjálvandi var Jógvan Kjølbro baptistur, reiðari hjá kapital-ismuni, er at finna í brøðrasamkomuni. Eg haldi djevulin hevur yvirtikið brøðrasamkomuna fyri langari tíð síðani, men sjálvandi finnast tað eisini góð menniskju í brøðrasamkomuni, eisini einstøk listafólk, musikarar. Eg haldi heldur, at Hans Pauli skuldi reist eina standmynd av Victori Danielsen, hann var ikki kapitalistur, hann var tann fyrsti, ið umsetti Bíbliuna og fyri tað verður hann neyvan gloymdur. Hans Pauli skuldi heldur sloppið at gjørt eina standmynd av listafólkunum og musikarum, sum hava verið í Klaksvík so sum t.d. Oliviri við Neyðst, Elinborg Lützen, Hans Jakku Glerfoss, Hanus Johansen, Jørgin Dahl, Frændir ella listamanninum, skaldinum, musikaranum Páll Rasmussen, ella Edwardi Fugloy ella Archie Black. Enn einaferð, mær dámar ikki pengagrískar baptistakapitalistar, sum lítlan og og ongan skatt betala og stjala seg feitar og ríkar uppá bekostning av arbeiðara-fjøldini og lesa upp úr bíbliuni og siga seg vera frelstar. Sovorðnir hyklarar. Øll menniskju hava sama virði í eygunum hjá Harranum. Tað stendur í bíbliuni og tað er júst tað sama sum kommunisman hjá Karl Marx var eitt framhald av, men tað eydnaðist ikki. Men tað fer tað at gera í framtíðini ?
Andstyggiligt djóraplágarí
Ein onnur lítil standmynd er av grindadrápi. Vit síggja eitt uppskorið hvalastykki og blóðstreymurin undan hvalinum er avmyndaður sum ein reyður mordari við knívi. Eg hati grindadráp, eg eti aldrin hvørki grind ella spik. Tað smakkar væl, tí at grindahvalirnir eru vøkur og intelligent djór. Fyrr var tað neyðugt at drepa grind, men ikki longur. Eg átti verið vegatarur, men eri tað ikki, tíverri. Eg havi ongantíð sæð og ætli mær ongantíð at síggja grindadráp. Andstyggiligt djóraplágarí.
Ein onnur standmynd, eg minnist, var av Hans Paula og Hjørdis, sum var upp á vegin við barni teirra. Hetta er ein vøkur mynd av skapandi máttinum hjá menniskjanum. Eitt nýtt lív er komið til verðina ? Hvørja lagnu tað fær, tað vita vit ikki.
Ein onnur standmynd er formað sum ein sirkul. Vit síggja eitt nýtt barn koma til verðina. Barnið er hvítt, barnið er reint og óskyldugt. At vit øll eru fødd sum syndarar sum bíblian sigur, er nakað møsn, sum so nógv annað, sum stendur í har. Vit síggja eitt myrkt rúm. Hetta rúmið er ikki bara rúmið, sum barnið liggur í, men hetta rúmið er eisini verðin, sum er rættiliga ónd og døpur, tíverri. Og tað blívur bara verri og verri, soleingi sum kapitalisman sleppur at ráða. Við endanum á rúminum sæst ein hurð og ein hvítur maður. Hetta kann vera pápin at barninum, men hetta kann eisini vera skytseingilin ella tann persónurin, sum skal fortelja hvat fyri lagnu hetta barnið fær, um tað verður eitt stórt listafólk, sum tað helst verður. Men vit fáa at síggja. Ella tað verður eitt ólukkudýr, heimleysur bumsur og narkomanur ella okkurt borgarligt menniskja, ja tað fáa vit so at síggja.
Alt er runt, sum hevur týdning, sólin, mánin, jørðin og allar planeturnar eru rundar, høvdið er runt, reyvin og boppurnar á kvinnuni eru rund og høvdið á murtinum er runt, pupillurnar á eygunum eru rundar. Heilin er eisini rundur. Hetta er ein sera væleydnaður skulpturur og framman fyri síggja vit listamannin við barninum í fanginum, eyguni á hesum barninum eru følin og kensluborin.
Eingin botnur
Ein onnur fotomynd er av eini kvinnu, ið rættir hendurnar upp í luftina sum fyri at fagna ella koma í samband við tað guddommiliga, endaleysa himmalrúmið. Tá ið tú ert komin á botn, varnast tú, at í erva er eingin botnur, skrivar Tóroddur Poulsen eina staðni. Heilir býir og stór skip grógva úr hondunum hjá menniskjanum, skrivar Jóanes Nielsen eina staðni, og ikki minst stór list, tónleikur, skaldskapur, teatur o.s.v. Eg haldi, at Hans Pauli skuldi gjørt tvey portrett av Tóroddi og Jóanesi. Eg haldi eisini, at Hans Pauli átti at gjørt eina standmynd av bassmeistaranum Gary Thain úr Uriah Heep, sum doyði sum narkomanur í 1975. So blívur hann uttan iva heimskendur.
Hans Pauli avmyndar mest seg sjálvan og komuna og menniskju, sum standa honum nær. Hetta er ikki tí, at hann er sjálvglaður, men tí at hann vil læra seg sjálvan og harvið menniskjað at kenna. Eg haldi, at hann átti at hugt meira djúpt inn í sína sál og fingið eina sterkari, innari upprunamegi í sínar standmyndir, nakað sum eyðkennir standmyndirnar hjá Svend Viig Hansen, men standmyndirnar hjá Hans Paula eru ofta vakrar, eksistensiellar og poetiskar.
Samrøða
Nær fekst tú áhuga fyri list, hvat vakti áhugan og hví fór tú undir at skapa list?
? So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri list. Serliga haldi eg áhugin fyri list kom, tá eg var um 6 ára gamal og ferðaðist í Vík hjá ommu og abba mínum. Júst um tað mundið hevði Jóhannis, mammubeiggi mín, modellerað eitt høvdi eftir víkarmanni Jóhannis á Torlabrúgv. Hetta var hansara fyrsta roynd eftir livandi modelli, og tann einasta. Jóhannis hevði góðar listagávur. Tað var ikki ein havragrýnspakki ella tílíkt, ið varð burturkastaður, alt pappír bleiv brúkt. Vit kliptu og teknaðu, eg og mínir 4 beiggjar og allir hava teir listagávur, og míni foreldur vóru sera lagalig. Tá eg kom í 5. flokk í skúlanum, fingu vit leir í skúlanum, og tá gjørdist hugurin sera góður.

Fortel mær um skúlaárini á akademiinum, hvat lærdi tú og hvat fekst tú burturúr?
? Tá eg var 19 ára gamal byrjaði eg at tekna á Clyptotekinum í Kbh. hjá Askou Jensen. Torbjørn, beiggi mín, hevði teknað har, og eisini onnur føroysk listafólk. Tað var ein góður skúli fyri meg. Har lærdi eg nógv um perspektiv, skuggar og proportiónir og at arbeiða í stórari stødd. Men áðrenn eg fór niður til Danmarkar hevði eg lært nógv hjá Janusi Kamban, tó at eg ongantíð var næmingur hjá honum.
Tá eg var 22 ára gamal kom eg inn á Det Kongelige danske kunstakademi. Har fekk eg Willy Ørskov sum professara. Tað var ikki altíð so lætt, tí Ørskov helt ikki tað var meining í at skapa figurativa list. Vit arbeiddu tá eftir livandi modelli, tí Ørskov helt man kundi læra nógv um proportiónir og í heila tikið at byggja eina standmynd upp. Eg haldi tó eg lærdi nógv. Serliga lærdi eg at hugsa ótraditionelt. Vit høvdu eisini ein góðan lekara á skúlanum, ið æt Holm Olsen. Annars endaði eg við at hava Bjørn Nørgaard sum professara, og tá var tað ikki ópopulert at arbeiða figurativt. Tað man annars lærir nógv av, er at vera saman við øðrum, ið eisini vilja arbeiða við list burturav.

Hvat er list?
? List er at skapa nakað so tað følist rætt, og tá teknikkur og hugskot møtast í kenslubornari eind.

Hvat fyri tankar hevur tú um list? Hvat skal stór list innihalda?
? Stór list er tá listaverkið er so væl úr hondum greitt, at onki óneyðugt er í vegin. Tað stóra listaverið hevur sítt egna lív, men serliga tað, at hugskot og útførilsi ganga hond í hond.

Nær er tú nøgdur við eitt verk, nær er eitt verk liðugt?
? Eg eri nøgdur, tá formur og hugskot hanga saman. Men ofta skal eg gjøgnum eina langa prosess, áðrenn eg eri nøgdur.

Fortel mær, hvussu tú arbeiðir og hvørjum verður tú inspireraður av?
? Eg eri nógv inspireraður av list. Tað at arbeiða eftir livandi modelli er tó mín størsta inspiratión. Eg byrji ofta at arbeiða við einum hugskoti, og tá eg veit, hvat eg vil, arbeiði eg næstan altíð eftir livandi modelli.

Hvat er tað tú leitar eftir? Hvat er tað tú vilt hava fram í tíni list?
? Eg leiti altíð eftir onkrum, eg ikki havi sæð áður í aðrari list. Eg arbeiði tó ofta við onkrum tema eg havi arbeitt við áður, tó altíð á ein annan hátt.

Tú gert nógv portrett. Hvat er eitt menniskja í tínari verð, hvat leggur tú dent á, tá tú gert eitt portrett?
? Tað er spennandi at modellerað eitt portrett. Eitt er, at tú ikki skal hava eitt hugskot, einans royna at fanga persónin.

Er tað munur á at gera eitt portrett av einum fólki, man kennir, og einum, man ikki kennir? Hvat dámar tær betur?
? Tá eg modelleri fólk, eg kenni, modelleri eg ofta nógv skjótari, so tey eg ikki kenni læri eg sum oftast at kenna. Tað er klárt, at tað er lættari at modellera fólk, man kennir, men tað er ein stór avbjóðing at modellera fólk, man ikki kennir, og tað er ein partur av tí at vera professionellur myndahøggari, um man vil liva av at arbeiða figurativt.

Nær finnur man seg sjálvan sum listamann?
? Tað er ymiskt, summi finna seg sjálvan skjótt, onnur seint. Men tað er vigtigt, at man er opin sum listafólk, at hava funnið seg sjálvan ljóðar ov frelst í mínum oyrum.

Tað skal nógv einsemi til at skapa list. Hvussu hevur tú tað við hesum einseminum og hvat fyri tankar hevur tú um tað?
? Eg veit ikki, um tað skal vera einsemi til fyri at skapa list. Tað haldi eg bert er nakað, sum hevur við okkara tíð at gera, har vit leggja stóran dent á tað persónliga.

Fortel mær, hvussu nógv tú ert broyttur frá tú byrjaði til nú. Hvussu hevur tú útviklað teg?
? Tá eg byrjaði, visti eg onki um list. Eg hevði bert eina trongd og gleði við at skapa. Tað er klárt man broytist, um man vil ella ikki. Tá eg var á akademinum, royndi meg við meira abstraktum standmyndum, og tað var ein stór broyting. Seinni havi eg roynt at arbeiða við tí naturalistiska og tí abstrakta í somu mynd, tó kalli eg meg ikki abstraktan.

Hvat er inspiratión í tínari verð?
? Inspiratión er alt, men eg havi ofta ymisk hugskot í høvdinum og inspiratión fái eg við at arbeiða eftir livandi modelli.

Hvørjar fyrimyndir hevur tú havt, føroyskar og útlendskar, og hví ert tú so hugtikin av teimum?
? Áðrenn eg fór niður til Danmarkar, hevði eg Janus Kamban sum fyrimynd. Nakað av tí fyrsta, eg sá, tá eg fyrstu ferð var inni á Clyptotekinum og sá Rodin, fekk eg eina stóra inspiratión og honum eri eg ógvuliga hugtikin av. Tað eru eisini fleiri danskir myndahøggarar, eg eri hugtikin av, Kai Nielsen, Gerhard Henning, Knud Nellemose sum portrett myndahøggara. Eg kundi sikkurt nevnt nógv onnur. Eg eri eisini hugtikin av nútíðarlist.

Hevur deyðin ávirkan á tína list og hvat fyri tankar hevur tú um deyðan?
? Eg haldi ikki deyðin hevur ávirkað mína list. Eg havi heldur ikki so nógvar tankar um deyðan. Eg havi tó gjørt eina standmynd, ið stendur uttan fyri Listaskálan, ið handlar um deyðan. Tó havi eg gjørt tað soleiðis, at tað líka nógv er ein maður, ið ofrar seg sjálvan fyri listina.

Hvussu hava Føroyar, føroyingar og føroyska samfelagið havt ávirkan á tína list?
? Øll tey fyrstu árini, eg var í Danmark, hugsaði eg bert um Føroyar og føroyingar. Føroyingar hava mest verið interesseraðir í minnismonumentum tá tað geldur standmyndir. Tað hevur gjørt, at eg eisini havi satsað upp á at framsýna nógv í Danmark, tí eg fegin vil gera annað enn einans minnisvarðar.

Ert tú religiøsur, trýrt tú á Gud. Hvat fyri trúgv hevur tú og ávirkar tín trúgv tína list?
? Eg eri ikki serliga religiøsur og eg haldi ikki mín list er ávirkað av nakrari religión. Tó er tað so, at tað sum er rætt og tað sum er skeivt, er ávirkað av religión, og nakað man hevur lært sum barn situr fast. Men tað havi eg tað gott við.

Hevur filosofi, mystisisma og psykologi havt nakra ávirkan á tína list? Um so er, hvussu?
? Nei, tað haldi eg ikki, men sikkurt uttan at eg eri klárur yvir tað.

Hvat heldur tú um føroyska list fyrr og í dag?
? Tá man hugsar um, hvussu ung listin í Føroyum er, má man siga, at føroyingar eiga nógv góð listafólk. Mín generatión hevur serliga arbeitt við tí ekspressiva, tó ikki øll. Fleiri av málarunum hava verið nógv inspireraðir av Ingálvi av Reyni, ið tey seinastu árini hevur verið heilt abstraktur. Men onnur eru ongantíð farin longur. Tey hava verið bundin til náttúruna. Tann unga generatiónin arbeiðir minni við tí føroysku náttúruni og er tí kanska meira soleiðis sum listin sær út aðrastaðni í verðini.

Mótsatt Janus Kamban og Fritjof Joensen so avmyndar tú altíð menniskjað nakið. Hví?
? Eg havi tó modellerað menniskju í klæðum, tó havi eg fyrst modellerað tey uttan klæði fyri at fáa kroppin við. Tað er ein máti, fleiri myndahøggarar hava nýtt áður. Annars er tað soleiðis, at um man modellerar menniskjað nakið, handlar tað um sjálvt menniskjað og ikki alt annað, til dømis hvønn status hetta menniskjað hevur, ella hvørjari tíð hetta fyrigongur í.

Hvussu er við tí innari sálini og hugflognum, ávirkar hetta tína list og hvat fyri tankar hevur tú um hetta?
? Tá eg seinast framsýndi í Norðurlandahúsinum, hevði eg eina standmynd av einari kvinnu, ið er stoypt í tveimum eintøkum, tær eru uppstillaðar soleiðis, at høvdini møtast. Tað gevur eina spegilsmynd. Tá var ein kvinna, ið spurdi, um eg hevði modellerað hennara sál eisini, men eg mátti siga sum var, at eg einans hevði gjørt eina spegilsmynd.

Hvat heldur tú um Janus Kamban og Fritjof Joensen, tínar undangongumenn innan føroysku myndahøggaralist?
? Eg haldi teir eru góðir.

Úr hvørjum keldum kemur listin? Hvat er upprunin til listina?
? Menniskju hava altíð fingist við list, og listin hevur altíð verið inspirerað av náttúruni og av tí listini, ið er gjørd áður.