Reglurnar í ALS skipanini gera tað nærum ógjørligt hjá fólki við smáum børnum at koma í arbeiði aftur. Óbeinleiðis tykist tað sostatt sum, at skipanin er við til at fasthalda fólki í arbeiðsloysinum, heldur enn at hjálpa teimum úr tí.
Hetta er niðurstøðan hjá tveimum arbeiðsleysum kvinnum, Sosialurin hevur tosað við. Báðar hava tær gjørt alt fyri at kunna átaka sær tey størv, ALS hevur boðið teimum, men ALS er ikki til at vika. Megna tær ikki at fáa onkran at ansa børnunum, uttanfyri vanliga upplatingartíð hjá ansingarstovnunum, eru tær ikki longur tøkar á arbeiðsmarknaðinum. Onnur er tískil koyrd úr skipanini og er nú undir Almannastovuni. Hin bíðar á fjóðru viku eftir svari uppá skrivligu frágreiðingina, ALS hevur kravt frá henni. Men mest sannlíkt er tað, at eisini hon hevur útlit til at gerast almannaklientur innan leingi.
Skilur onki
- Eg havi greitt ALS frá, at skal eg fylgja teirra treytum fyri at koma í arbeiði, má eg seta son mín á trappusteinin á ansingarstovninum, har hann kann sita og bíða, til starvsfólkini koma til arbeiðis og taka hann inn tveir tímar seinni. Hetta sigur ein 30 ára gomul kvinna, sum varð biðin um at átaka sær eitt starv, har hon skal byrja kl. 6 á morgni mánadag og kl. 7 hinar dagarnar í vikuni.
Kvinnan gjørdist meir enn fegin, tá hon fekk arbeiðsboð frá ALS eftir at hava gingið arbeiðsleys í 3 mánaðir. Hon gjørdi beinanvegin alt, hon kundi, fyri at fáa lítla sonin ansaðan teir tímarnar, áðrenn ansingarstovnurin letur upp. Tað eydnaðist lutvíst, men ongin var, sum kundi ansa dronginum kl 6 mánamorgun. Hetta fekk ALS boð um, og dagin eftir fekk kvinnan at vita, at øll útgjøld frá ALS harvið steðgaðu. Samstundis varð hon biðin um at koma við eini skrivligari frágreiðing um, hví hon ikki kundi átaka sær tað arbeiðið, hon hevði fingið bjóðað.
- Eitt tað fyrsta, eg gjørdi, tá eg kom inn í skipanina, var at fylla eitt oyðiblað út, har eg upplýsti um mínar umstøður. Eg má siga, at eg nú havi sera ilt við at skilja, hví eg skuldi koma við teimum upplýsingunum, tá teir nú kortini eru púra óviðkomandi. Eg skilji heldur ikki, hví ALS yvirhøvur bjóðaði mær hatta arbeiðið, tá tey frammanundan vóru púra greið yvir, at eg ikki kundi átaka mær tað, sigur kvinnan.
Bróta barnaverndarlógina?
- Tað eru nú fýra vikur síðani, eg sendi skrivligu frágreiðingina, men eg havi onki hoyrt enn. Tað tók ALS 25 tímar at boða mær frá, at eg ikki longur fekk nakað útgjald. Tí tykist tað ógvuliga løgi, at tað skal taka fleiri vikur at taka støðu til nakað so einfalt, sum at eg onga barnaansing havi, og sum eg longu havi greitt teimum frá fleiri ferðir, undrast kvinnan.
Kvinnan bíðar sostatt framvegis eftir at fáa at vita, um hon fær karantenu frá ALS ella heilt verður koyrd úr skipanini. Hon ivast sostatt eisini í, um hon kann loyva sær at venda sær til Almannastovuna, so leingi, hon ikki veit, hvør niðurstøðan hjá ALS verður.
- Eg gangi nu í einum ongamannalandi og bíði og havi góðar stundir til at undra meg yvir, hvørji menniskju lógirnar í hesum landinum í grundini skulu verja. Hvørja ferð eg komi við eini grundgeving, kann ALS vísa á eina lóg ella paragraff, sum staðfestur, at mín orsøk ikki er nóg góð. Eg kundi sjálvandi gjørt álvara av tí og sett sonin á trappusteinin hjá ansingarstovninum. So havi eg brotið barnaverndarlógina og missi kanska sonin, so møguliga kann eg tá koma undir paragraffina hjá ALS, sum snýr seg um undantøk, sigur kvinnan beiskliga.
Gjørdist almannaklientur
Hin kvinnan slapp í fyrsta umfari ikki inn í ALS skipanina, tí hon var uppá vegin. Heldur ikki hon var mett at vera skikka til at vera í skipanini, tá hon kortini skuldi í burðarfarloyvi 4 mánaðir seinni. Seinni varð hendan avgerðin hjá ALS tó ógildað. Kvinnan er nú aftur tøk á arbeiðsmarknaðinum, men ikki nóg tøk til at koma inn í arbeiðsloysisskipanina sambært reglunum hjá ALS. Hon varð nevniliga koyrd úr skipanini, tí hon varð noydd at siga nei til eitt starv frá 17 til 21 á kvøldi, tí hon ikki hevði barnaansing.
- Tá eg meldaði meg inn í ALS, var tað tí mítt hægsta ynski er at koma aftur í arbeiði. Eg haldi meg hava roynt alt fyri at fáa tað at bera til, men krøvini eru nærum ómenniskjalig, so tíverri var tað ikki nokk. So í staðin fyri fáa eitt arbeiði gjørdist eg almannaklientur ? og tað var ongantíð meiningin, sigur kvinnan.