Ment­an­ar­ráð­stevna av­lýst

Norður­lendsku høv­­uðs­­­stað­ir­nir skuldu byrja ment­­an­ar­ráð­stevnu í Havn í morg­in, men nú er ráð­stevn­an av­lýst vegna trup­ul­leik­ar við flog­ferðsl­uni.

Tilsamans skuldu meir enn fimmti fólk úr Helsinki, Stokk­hólmi, Oslo, Keyp­mann­a­havn, Reykjavík og Havn­ini vera á ráð­stevn­uni mikudagin og hós­dagin.
Nakrir av lut­tak­ar­unum eru tó komnir. Ís­lend­i­ng­ar­nir komu í nátt og onn­ur aftr­at er kom­in í morg­un. Hó­ast sjálv ráð­stevn­an er av­lýst, fáa gest­ir­nir yms­ar upp­liv­ing­ar í Før­oyum.
Til dømis verð­ur útferð út í Kolt­ur í morgin og hós­­dag­in verður rund­ferð til ymsar ment­an­ar­stovn­ar í Havn.
Hetta var fyrsta ferðin, ment­a­mál­a­nevnd­in hjá Tórs­havn­ar komm­unu skuldi vera vert­ur fyri hesi norð­ur­lendsku ráð­stevn­uni, sum em­bæt­is­fólk og ment­an­ar­pol­­­i­tik­arar halda ann­­að­hvørt ár.
- Vit harmast, at ferðsl­­an tók seg soleiðis upp, men ætla at herja á aft­ur seinni, sigur Jógv­an Arge, formaður í ment­a­mál­a­nevn­dini í Havn.
- Umsitingin hevði gjørt eina áhug­a­verda skrá um ment­an­ar­pol­it­isk­ar av­bjóð­ing­ar hjá norð­ur­lendsku høv­uðs­støð­u­num. Hana fer tað vón­andi at bera til at av­greiða eina ferð seinni í ár, sigur Jógvan Arge.