Ment stjørnuskot

Kórleiðarin hjá Ungum Stjørnuskotum er sannførdur um, at allir sangarar og tónleikarar, ið luttóku á 24 tímar konsertini herfyri hava gjørt framstig av upplivingini. Ung Stjørnuskot spældu herfyri 24 tímar konsert í Posthúskjallaranum. Konsertin byrjaði kl. 20 fríggjakvøld og helt fram til kl. 20 leygarkvøld. Einastu steðgirnir vóru meðan ein tónleikari ella sangari fór av pallinum og ein annar kom á ístaðin.

 

Fleiri av tónleikarunum og sangarunum hildu leingið á, men fyrst seinnapartin fór tann seinasti luttakarin ið hevði verið vakin alla tíðina, ein ung genta, ein túr til hús, og so kundi staðfestasta, at eingin megnaði 24 tímar.

 

Ungu Stjørnuskotini megnaðu tó at spæla í 24 tímar uttan steðg. Ovfarakætið gjørdist alsamt størri, og bar móðu unglingarnar heilt til kl. 20. Flest øll høvdu bert sovið ein tíma ella báðar tveir, frá tey fóru upp fríggjamorgunin til tey góvust leygarkvøldið.

Kórleiðarin Sigrið sigur við Planet.fo, at hon ikki er greið yvir, hvussu nógv løg vóru spæld, men fleiri hundrað metur hon.

- Tað er trupult at siga, um náttina gjørdist tað nógv jam og vit hava ikki gjørt nakað yvirlit, yvir hvussu nógv vit spældu, men fleiri nógv løg vóru spæld fleiri ferðir, greiðir hon frá.

Kórleiðarin var sera væl nøgd við tiltakið, og hevði varhugan av, at øll tey ungu somuleiðis vóru væl nøgd.

- Eg haldi, at tey øll eru ment sum sangarar, øll hava gjørt framstig, bæði tey royndu og tey, sum kanska fyrstu ferð royndu seg sum solist. Eg haldi, at øll vóru samd um, at tá tað ber til at halda geistin uppi, tá tú ert móður og syngur fyri nærum ongum áskoðarum, so ber eisini til at halda geistin uppi á vanligum konsertum.